Fyrsti trailer fyri Red Dead Redemption 2
22/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um tú onkursvegna ikki hevur fingið tað við: Red Dead Redemption 2 er avdúkað, og tað verður útgivið til PlayStation 4 og Xbox One. Spælið er ein uppfylgjari til ekstremt væl dámda Red Dead Redemption úr 2010.

Spælið gongur aftur fyri seg í amerikanska Wild West, har tú kanst sveima runt í einum opnum heimi, bæði í singleplayer og multiplayer.

Read Dead Redemption verður útgivið til nýggjastu consoles næsta ár. Tú sært fyrsta trailaran til spælið niðanfyri, sum tó vísir eitt sindur av atmosfæru fram, heldur enn gameplay.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.