Live action trailer fyri Dishonored 2
28/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Uppfylgjarin til spælið Dishonored kemur út í næsta mánaða, og vit síggja meira og meira til tað. Dishonored 2 varð avdúkað í fjør, og gongur fyri seg 15 ár aftaná eittaran. Tú ert prinsessan Emily, men tú situr ikki longur við valdinum. Tað skalt tú rætta uppá.

Vit hava fyrr sæð ymiskt gameplay úr Dishonored 2, sum í stóran mun fylgir sama stealth-action frymli sum fyrsta spælið. Tó kanst tú brúka ymsar nýggjar eginleikar og berjast móti nýggjum fíggindum.

Sum tað nýggjasta er útgivin ein live-action trailer fyri Dishonored 2. Tú sært hann niðanfyri. Spælið kemur út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One tann 11. november.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 30/10/2016 klokkan 08:42

bara eg sum helt tað var irriterandi at tað skifti ímillum CGI og veruligar myndir? fyrst hugsaði eg "sjitt hatta er flott gjørt" og so "bíða, hetta er bara veruligur filmur", og so at ivast í um alt var filma
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 2 - 30/10/2016 klokkan 20:03

Samdur, tað var nokk so forvirrandi at vita hvat var live-action og hvat var CGI.

Live-action er cool, og CGI er cool. Men bara tá mann faktiskt veit hvat mann hyggur eftir.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.