Ein opin Sonic heimur gjørdur av fjepparum
03/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Sonic the Hedgehog er ein av teimum heilt klassisku spæl-figurunum. Eyðkenni við honum og hansara spølum er tann skjóta ferðin gjøgnum banar við loops og øðrum stuttligum rutum.

Nakrir fjepparar hava tikið hugtakið um skjóta ferð til sín, og valt at endurskapa Sonic í einum opnum heimi, har tú ert frí/ur at renna og rulla runt og sjálv/ur improvisera tínar rutur. Spælið er í einum tíðligum skapi, og sær enn ikki út til at hava nakað serligt endamál. Men at renna skjótt er sjálvandi eitt endamál í sær sjálvum.

Tú sært avdúkingartrailer fyri hetta fjeppara-gjørda spælið, Sonic Utopia, niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.