Síðstu evolutions hjá starters úr Sun & Moon
01/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Pokémon Sun & Moon er komandi parið av Pokémon spølum til Nintendo 3DS. Tey fylgja sum áður frymlinum av at spáka runt í spæl universinum og fanga Pokémons, sum tú so brúkar til at berjast móti øðrum Pokémons við.

Sum í øllum hinum spølunum, so hevur tú tríggjar starters at velja millum, av typunum vatn, eld og gras. Hesuferð eru teir Rowlet, Popplio og Litten. Teir hava tríggjar ymsar formar, og vit hava fyrr sæð hvat teir blíva til aftaná fyrstu evolutión.

Niðanfyri sært tú teirra næstu endaligu evolutión. Pokémon Sun & Moon koma út tann 18. november í ár til Nintendo 3DS.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.