Daglig bonus points koma til Pokémon GO
07/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Spælið Pokémon GO er sum kunnugt ein kempistór succes, sjálvt um ein stórur partur av teimum sum byrjaði at spæla síðani eru steðgaði. Nú kemur ein uppdatering sum roynir at forða fleiri í at steðga.

Tá ið tú fangar pokémons, so fært tú typiskt 100 XP og 100 Stardust. Tú samlar tær fleiri levels við at fáa XP, og tú kanst gera tínar pokémons sterkari við at brúka Stardust.

Aftaná uppdateringina fært tú eina serliga bonus fyri tann fyrsta pokémon tú fangar hvønn dag. Tann fyrsti tú fangar hvønn dag gevur tær 500 eyka XP og 600 eyka Stardust. Um tú fangar minst ein um dagin í eina heila viku, so fært tú eina bonus á 2.000 XP og 2.400 Stardust.

Tú skalt eisini snara PokéStops hvønn dag. Tað fyrsta um dagin gevur tær 500 eyka XP og eyka items úr stoppinum, og um tú blívur við í eina viku, so fært tú eisini 2.000 eyka XP.

Tú kennir ivaleyst til at hava spælt eitt spæl, men so hildið pausu í nakrar dagar, og so kemur tú ikki ordiliga í gongd aftur. Hendan uppdateringina skal sjálvandi forða hesum, við at halda teg koyrandi hvønn dag.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.