Armored Core til PS3 og XB360
31/07/2008 klokkan 17:05 - HForce


Tað er kunngjørt at tann franski útgevarin Ubisoft fer at útgeva Armored Core: For Answer á PlayStation 3 og Xbox 360. Tey sum hava gjørt spælið eru From Software, og hetta er tað 13. spælið í Armored Core røðini. For Answer er tað fyrsta AC spælið sum Ubisoft útgeva. Røðin er higartil útgivin av Sega, Agetec og Sony Computer Entertainment America.

Annað enn ein campaign, eru ymisk onnur features í spælinum. Har er ein online co-op campaign við 30 missiónum, og online versus multiplayer við 80 ymsum banum. Hendan útgávan hevur eisini tvær control schemes; beginner og advanced, fyri at geva nýggjum spælarum møguleikan at venja seg við spælið.

Armored Core: For Answer skal eftir ætlan útgevast í Norður Amerika í september.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Tanerion

04/10/2018

Stað: -
Innlegg: 1987
# 1 - 31/07/2008 klokkan 17:47

aw heo yeah

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.