EVE Online er nú free-to-play
16/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað eru nógv, sum hava roynt at spæla EVE Online, men sum simpulthen ikki ordiliga hava klárað at koma gott í gongd. Spælið er nemliga ringt at koma inn í.

Men nú kemur kanska ein nýggjur møguleiki til tín at royna at læra spælið. Tað er nemliga blivið free-to-play, soleiðis at tú kanst spæla tað ókeypis, men sjálvandi við ávísum avmarkingum.

Tó eru avmarkingarnar ikki so stórar sum tær ofta eru. Tann stórsta er, at ávísar “skills” eru lástar fyri tær, so tú kanst ikki læra at flúgva tey stórstu og vandamiklastu skipini. Hetta merkir, at tú kanst í frið og náðum royna spælið ókeypis, uttan at hava eitt mánaðarligt gjald sum ger, at tú kansta følir teg pressaða/n til at fáa sum mest burturúr meðan títt hald er aktivt.

Hetta er eisini fínt fyri spælarar, sum venda aftur til EVE Online. Tín karakterur kann nemliga koma beint í gongd aftur at spæla, heilt ókeypis.

Tú kanst koma í gongd ókeypis á heimasíðuni hjá EVE Online. Trailer fyri nýggja free-to-play møguleikan sæst niðanfyri.


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

18/09/2017

Stað: -
Innlegg: 4356
# 1 - 16/11/2016 klokkan 13:12

Eg havi roynt tað nakrar ferðir fyrr, men ongantíð "bitin". Eg royni nokk aftur nú.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.