Final Fantasy XV live-action trailer |
03/12/2016 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (2)
|
![]() So er tað endiliga komið út. Final Fantasy XV varð útgivið fyri nøkrum døgum síðani til consoles. Final Fantasy: Crazy Hair and Super Friendship Road Trip Simulator snýr seg um prinsin Noctis og hansara vinmenn sum eru á einum episkum ævintýri fyri at vinna trúnuna aftur til Noctis. Eitt stórt tema í spælinum er vinarbandið millum hendan kjarnu-bólkin av persónum sum spælarin stýrir í bardagum, og hesin live-action trailarin avspeglar eisini tað. Hann eitur Stand Together, og snýr seg um at standa saman sum vinir móti avbjóðingum. Passaliga cheesy. ![]() Stand Together trailarin sæst niðanfyri. Final Fantasy XV er komið út til PlayStation 4 og Xbox One. |
Viðmerkingar: 2
Síða [1] |
|
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 4366 |
# 1 - 03/12/2016 klokkan 11:10
Kempustór plakat og videolýsing fyri FFXV á ráðhúsplássinum her í Keypmannahavn. ![]() |
![]() ![]() ![]() Stað: - Innlegg: 1983 |
# 2 - 04/12/2016 klokkan 05:26
Hatta var ein rættuliga gomul mynd tú valdi at brúka til bannara. Heilt frá tíðini tá tað átti at koma út til PS3 ![]() |
Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |