Nýggjur Rocket League bani útgivin
10/12/2016 klokkan 06:00 - HForce


Enn ein nýggjur bani til Fótbólt Við Bilum (aka Rocket League). Umframt teir “vanligu” banarnar í spælinum, so hava tey eina Rocket Labs sektión har eksperimentellir banar eru at finna. Ein av teimum, Octagon, hevur nú fingið eina nýggja útsjónd og er blivin ein officiellur bani.

Banin hevur skift navn til Starbase Arc, og hevur eitt rúmdar sci-fi tema. Hann hevur enn vælkenda átta-kantaða formin.

Saman við hesum bananum kemur ein uppdatering við nýggjum bilum, møguleikanum at gera tínar egnu venjingar og ikki minst Steam Workshop support.

Tú sært eitt video um Starbase Arc niðanfyri, har mennarar hjá Rocket League greiða frá bananum og hvussu hann bleiv til.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.