Capital Cashino banin úr komandi Yooka Laylee
16/12/2016 klokkan 06:00 - HForce


Platformarin Yooka Laylee kemur út næsta ár, og nógvir old-school gamers eru spentir. Spælið er nemliga ein andaligur uppfylgjari til klassiska Banjo- Kazooie.

Yooka-Laylee byrjaði sum ein Kickstarter kampagna fyri hálvum øðrum ári síðani, og tað var ein væleydnað ein av slagnum. Hetta gav tryggar karmar til menning, og tað virkar til, at tey eru væl ávegis.

Nýggjasta video úr spælinum er úr bananum Capital Cashino, har umhvørvið er casino-inspirerað. Tú sært tað niðanfyri. Yooka Laylee kemur út til PlayStation 4, Xbox One og PC tann 11. apríl næsta ár.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Tanerion

20/06/2017

Stað: -
Innlegg: 1956
# 1 - 16/12/2016 klokkan 16:35

Wii U versiónin av spælinum er eisini avlýst. Sindur løgið eftirsum tað skuldi vera tann upprunaliga versiónin ið so skuldi portast til hinar platformanar.
HForce

24/06/2017

Stað: -
Innlegg: 4351
# 2 - 16/12/2016 klokkan 19:56

Bleiv tað ikki útsett til Nintendo Switch ístaðin?
Tanerion

20/06/2017

Stað: -
Innlegg: 1956
# 3 - 16/12/2016 klokkan 20:11

Tað hjálpir ikki nógv hjá teimum við einum Wii U.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.