Space Hulk: Deathwing er komið út
17/12/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um tær dámar Warhammer 40K universið og FPS spøl, so er Space Hulk: Deathwing hægst sannlíkt nakað fyri teg. Tað er eitt kooperativt skjóti-spæl í stíli við Left 4 Dead, har tú og títt hold skal berjast móti óhugnaligum kríatúrum umborð á einum “space hulk”, eitt elligamalt rúmdarskip sum flýgur málleyst runt í rúmdini.

Sum ein space marine ert tú úti eftir gloymdari tøkni og øðrum dýrgripum, men sjálvandi skal tað ongantíð verða for lætt. Tú verður álopin av “gene stealers”, men hevur framtíðarvápn at berja tey vekk við.

Tú sært launch trailer fyri Space Hulk: Deathwing niðanfyri. Spælið er komið út á Steam.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.