Zelda: Breath of the Wild kemur í mars
16/01/2017 klokkan 06:00 - HForce


So er tað 2017, árið har nýggja konsolið hjá Nintendo kemur út. Og vit skulu ikki bíða leingi. Tað verður nemliga útgivið tann 3. mars, um styttri enn tveir mánaðir.

Tá ið maskinan verður útgivin, kemur eisini samstundis nýggjasta spælið í The Legend of Zelda røðini. Tað eitur Breath of the Wild, og gongur sum vant fyri seg í ríkinum Hyrule.

Tú sært ein flottan trailer við ekstremt imponerandi tónleiki afturvið niðanfyri. The Legend of Zelda: Breath of the Wild verður útgivið tann 3. mars, samstundis sum Nintendo Switch.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

20/03/2017

Stað: -
Innlegg: 4345
# 1 - 16/01/2017 klokkan 09:54

Hvat halda tit um at Zelda er voice acted?
vat-ta-fak

23/03/2017

Stað: -
Innlegg: 213
# 2 - 16/01/2017 klokkan 16:11

it's gonna be... Wild
Ironbard

02/03/2017

Stað: -
Innlegg: 3
# 3 - 02/03/2017 klokkan 08:40

^Heh! Good one : D
Voice acting í Zelda er mær óvæntað, men onkursvegna so haldi eg tað fer at rigga væl.

Fyri meg var tað pá ein máta altíð voice-act'að, tí eg ímyndaði mær røddirnar.

Vónandi kann man tó velja audio/subtitle kombinatión eins og í anime/modernaðum spølum - í so fall at voice-acting er ein katastrofa.

Character dialogue í summum av fyrru spølunum hevði av og á "dummy" ljóðspor, komi bara í tankar um Navi og Midna, beint nú, men eg meini eisini at tað sama var galdandi í summum cutscenes.

...

Mær dámar væl at trail'arin, hóast fullur av ljósið og litum, sýnir eitt sindur av myrkri í tóna. Havi altíð dámt at Zelda spølini hava ljós í myrkrinum har tú minst væntar tað : 3

Majora's Mask anyone?

Havi eina kenslu av at kanska, bara kanska, hetta spælið fer at vera betri enn Ocarina of Time. Kanska... : 3

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.