Blizzard gera officiellan vanilla WoW servara
05/11/2017 klokkan 06:00 - HForce


Skjótt kanst tú enduruppliva barndómin, tá tú meldaði teg sjúka/n úr skúlanum og sat heima allan dagin fyri at spæla World of Warcraft.

Tað eru 13 lang ár síðani, at WoW varð útgivið fyri fyrstu ferð, og síðani tá eru nógvar uppdateringar og ekspansiónir komnar til spælið. Tó eru tað nógv fólk som leingjast eftir “góðu gomlu tíðini” uttan panda-bjørnum og øðrum nýggjum hóvastáki. Tí hava privatir servarar sum koyra upprunaliga WoW, sokallaða Vanilla WoW, veri væl-dámdir hjá nógvum spælarum.

Men ikki øll eru glað fyri privatar servarar. Fyri hálvum øðrum ári síðani syrgdi Blizzard fyri, at stóri servarin Nostalrius við yvir 150.000 aktivum spælarum varð lukkaður niður. Men seinni hoyrdu vit, at Blizzard kannar møguleikan at stovna ein Vanilla WoW servara sjálvi.

Nú avdúka tey, at tað verður til veruleika. Enn er ongar detaljur, men Blizzard fortelja at tey stovna ein officiellan Vanilla WoW servara. Við bíða enn at hoyra, nær tað verður, og hvat tað kemur at kosta. Inntil tá kanst tú síggja nýggja trailaran fyri World of Warcraft Classic niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.