Føroyskir streamers verða Twitch Partners
07/12/2017 klokkan 06:00 - HForce


Tú kennir ivaleyst heimsins størsta streaming platform fyri gaming, sum sjálvandi er Twitch. Eisini føroyingar eru byrjaðir at stream’a síni spøl á har, og tað er mega hyggeligt: akkurát sum fyrr tá mann samlaðist heima hjá vinfólki og skiftist um at spæla eitt spæl meðan hini hugdu at og tosaðu um spælið.

Serliga vælumtøktir streamarar kunnu gerast Partners hjá Twitch, soleiðis at tú kanst tekna eitt hald til teirra stream fyri eina lítla upphædd um mánaðin. Streamarin Arnarchy er blivin, okkum kunnugt, fyrsti føroyski streamarin sum er blivin Twitch Partner.

Sjálvt um Arnarchy er fyrsti føroyski streamer sum er blivin Partner, so er ein onnur føroysk kanal blivin Partner fyri einari tíð síðani: nemliga kanalin hjá esport.fo, sum m.a. hevur víst dystir frá eLan kappingini sum nýliga varð hildin.

Arnarchy fortelur, at hann byrjaði longu at streama í 2014, men at hann nýliga er farin í gong aftur.

“Eg eri heilt bitin aftur av streaming aftaná góðu respons eg havi fingið frá hyggjarum. Tí setti eg mær fyri, at eg skuldi streama í 14 dagar á rað.” - Arnarchy


Síðstu dagurin í 14-daga røðini verður tann 10. desember, so har eru nakrir dagar eftir at fylgja við hjá Arnarchy. Og ivaleyst hoppar hann online av og á a streama sjálvt tá teir 14 dagarnir eru farnir. Um tú vilt fáa boð tá hansara stream byrjar, so kanst tú trýsta “follow” á hansara kanal. Tú kanst eisini kanna á Gaming.fo, har tú sært status á stream hjá Arnarchy og øðrum til høgru.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.