The Last of Us Part 2 fingið útgávudato
28/04/2020 klokkan 04:21 - Vagnur


The Last of Us Part 2 hevur verið nógv í tíðindunum í seinastuni, grundað leaks av gameplay og spoilers.

Spæl framleiðarin, Naughty Dog, harmast um hesar leaks:

We’re disappointed that anyone would release unauthorized pre-launch footage of The Last of Us Part 2, disrupt years of Naughty Dog’s hard work and ruin the experience for fans worldwide.
We want everyone to have the opportunity to play The Last of Us Part 2 at the same time and ask that viewing or sharing of the unauthorized footage be avoided.


Men stutt aftaná kom ein stutt viðmerking frá Sony, tó hetta var ikki um leaks. Heldur kom ein útgávudato til The Last of Us Part 2: 19. Juni, 2020

Eisini bleiv nevnt at Ghost of Tsushima kemur út ein lítlan mánaða aftaná, tann 17. Juli.

Sjálvur gleði eg meg sum eitt lítið barn til The Last of Us Part 2.
Er her nakar sum fer at gera sum eg og royna tað fyrsta umaftur áðrenn 19. Juni?

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 1 - 28/04/2020 klokkan 23:29

Eg havi umhugsað at keypt TLOU remastered fyri at spæla gjøgnum áðrenn Part 2 kemur út.
Men mín PS4 liggur í Danmark og eg eri strandaður í Føroyum undir pandemi'ini.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.