Bayonetta
28/08/2008 klokkan 19:49 - Anayna


Bayonetta er eitt nýtt 3D action spæl, ið verður gjørt til Playstation 3 og Xbox 360. Tað serliga áhugaverda við hesum spæli, er at tað verður framleitt av Platinium Games, undir leiðslu av Hideki Kamiya.
Maðurin hevur stórar royndir á økinum. Hann er upprunaligi skaparin av vældámdu Devil May Cry røðini, men hevur als ikki havt nakað at gjørt við eftirfylgjaranar.
Eftirsum at Hideki nú ger eitt nýtt spæl í somu genru sum DMC, vænta fólk sær eitt slag av “andaligum eftirfylgjara” til upprunaliga spæl hansara.

Enn er ikki nógv kunning komin um spælið, men vit vita at høvuðspersónurin er ein heks, við revolvarum á bæði hondum og føtum. Og so segði Hideki okkurt gátuført um at hár hennara er deyðiligt...

Ein stuttur CG trailer kann síggjast á heimasíðuni hjá spælinum.

Trailer +-

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 28/08/2008 klokkan 20:24

Kunnu vit fáa eitt link til trailarin
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 28/08/2008 klokkan 21:26

http://www.sega.co.uk/platinumgames/bayonetta/EnglishUK/index2.html

Sorry, fyrstu ferð eg skrivi tíðindir. Nastu ferð verður tað.
Men tað krevst altso ikki so nógv at finna trailarin sjálvur. Hesin kemur úr heimasíðuni hjá spælinum.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 29/08/2008 klokkan 01:34

Eg sigi hetta mest sum eitt tip til framtíðina
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 4 - 29/08/2008 klokkan 02:36

Eg gjørdi eitt lítið edit. Fann trailaran á Youtube og embeddaði hann
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 5 - 29/08/2008 klokkan 13:36

Hø-Hælaðar-Revolvara-Skógvar er nakað coolari enn tað ;D
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 6 - 29/08/2008 klokkan 17:15

Takk fyri PSnake og Sammi. Eg taki við læru.
Og ja, Funkasy, tað verður ikki nógv coolari.
Tanerion

04/10/2018

Stað: -
Innlegg: 1987
# 7 - 30/08/2008 klokkan 02:47

action spøl frá Sega eru sum oftast óluksáliga undirhaldandi men tíverri ofta nokkso stutt
men so leingi tað er undirhaldandi skal eg nokk keypa tað

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.