11 milliónir WoW spælarar
28/10/2008 klokkan 23:00 - HForce


Heimsyvirtøkuætlanin hjá Blizzard gongur júst sum ætlað. Talið av regluliga spælandi er nú komið uppum 11 milliónir fólk. Fólk hava vænta dalandi tøl hjá hesum spælinum, tá ið onnur MMO spøl komu út, so sum Age of Conan og Warhammer Online. Hetta hevur ikki steðgað fólki frá at spæla World of Warcraft, sum er meira livandi enn nakrantíð.

Tað kann ætlast at hetta talið økist nógv fyri tíðina. Fólk eru sera spent eftir Wrath of the Lich King, og nógvir gamlir spælarar koma aftur fyri at fyrireika seg til tað nýggja expansion.

Spælið kostar £8 um mánaðin at spæla, og enn meira um mann keypur pre-paid kort. Tað er umleið 890 krónur um árið. Við 11 milliónum spælarum, er tað umleið 9,8 milliónir krónir um árið, umleið tað dupulta av tí føroyska BTÚ'inum!

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
prikkur

12/05/2012

Stað: -
Innlegg: 522
# 1 - 29/10/2008 klokkan 10:29

9.8 milliardir, ikki so ? men ya, tað eru nøkur oyru sum teir fáa av hasum
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 2 - 29/10/2008 klokkan 17:01

Wupti, support Blizzard imperialism!
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 3 - 30/10/2008 klokkan 13:26

Teir ruwla xD
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 4 - 31/10/2008 klokkan 00:03

Woot!? Trudi teir foru langt nidur ta AoC og WAR komi... Teir birjadi beinanvegin aftur at reklamera fyri WoW ta AoC kom
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 5 - 02/11/2008 klokkan 02:02

AoC bullshit game , haldi øll droppaðu tað aftur beinanvegin, kundi hugsað mær at vita hvussu nógvar spælarar tey hava atm, annars havi eg hoyrt at WAR hevur bugs enn, so tað skal nokk fara at vaksa sum patches/fixes koma út

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.