09/11-08: PSN Tíðindi
09/11/2008 klokkan 05:02 - PSnake
[img]http://img527.imageshack.us/img527/1373/12724fi8.jpg[/img] [hr][justify][color=black][size=10]Alone in the Dark Inferno er Playstation 3 útgávan av spælinum Alone in the Dark. Tað er eitt Action/Horror spæl, sum virkar eitt sindur sum ein filmur, í tí at um tú situr fastur í einum parti, kann man leypa um hann og fara til tann næsta, ella byrja í einumhvørjum parti man vil. Nýggja spælið hevur ymiskar gameplay rættingar, so sum betur ræði á kameravinklinum og eina meiri brúkaravinarliga Inventory skipan. Nú fæst Demoið á Playstation Network ókeypis.[/size][/color][/justify]

Alone in the Dark Inferno Demo - Ókeypis


[hr][justify][color=black][size=10]LittleBigPlanet er nú, eftur einari langari bíðitíð, útkomið. Líkasum Metal Gear Solid 4 og Home, er hetta eitt spæl mong hava bíðað spent eftur í langa tíð. Á PSN kann ein nú ogna sær serligir búnar til spælið, so sum ein rúmdarbúna, Rally-koyring búna og eina serliga skjúrtu, ið bert kann fáast fyrstu vikuna frá LittleBigPlanet er útkomi.[/size][/color][/justify] [img]http://img526.imageshack.us/img526/136/littlebigplanetoq8.jpg[/img]

Week 1 T-Shirt - 39.95,-
MotorStorm Costume - 14.95,-
Spacesuit Costume - Ókeypis

Viðmerkingar: 19
Síða [1]
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 1 - 09/11/2008 klokkan 12:51

PS,PS og meira PS... Eg haldi ik at eg havi sa nakrar xbox news a gaming.fo Anyways, hvi er folk so spent uppa Little Big Planet? Er ta ik bara at platform spal vi dukkum?
Tanerion

04/10/2018

Stað: -
Innlegg: 1987
# 2 - 09/11/2008 klokkan 13:32

PS, PS og meira PS... deiligt við frískum PS tíðindum við jøvnum millumbilum

har er nevniliga ein ið eg kanska keypi LBP til og kanska eg fái tað sjálvur um man faktiskt fer at kunna fáa handan Sephiroth búnan eg havi hoyrt um
og so fekk PS endiliga ein maskott

AitD havi eg ætlað mær at roynt so kanska man downloadar demoið
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 09/11/2008 klokkan 15:17

Little Big Planet er "bara" eitt platform spæl, á sama hátt sum ein Bugatti Veyron "bara" er ein bilur.
Doyð, eg havi glett meg longi.
Eg eri tó ikki serliga áhugaður í hasum eyka costumes; eg vil bara gera mín egna bana.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 4 - 09/11/2008 klokkan 18:31

Hevði egverði ein X360'ari, hevði eg havi X360 news, men soleiðis er tað bara ikki
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 5 - 09/11/2008 klokkan 18:40

Vil ordiliga gjarna royna Alone in the Dark á X360.

Men ja, eg eri eisini áhugaður í at vita, hvat er serligt við LBP? Hvat er poengið við tí? Tað einasta eg veit, er at tað er eitt platform spæl har mann ger sítt egna content.
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 6 - 09/11/2008 klokkan 19:13

Dammit... We need an xbox 360'er!! So hevdi ta verdi meira balanced, um ein 360'ari hevdi blivi til news reporter or whatever


Siðst broytt av Demigod tann 09/11/2008 klokkan 19:19 (broytt 1x)
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 7 - 09/11/2008 klokkan 19:25

2008-11-09 at 6:13 PM - Demigod:
Dammit... We need an xbox 360'er!! So hevdi ta verdi meira balanced, um ein 360'ari hevdi blivi til news reporter or whatever


Hvat við tær?
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 8 - 09/11/2008 klokkan 20:19

2008-11-09 at 5:40 PM - H-Force:
Vil ordiliga gjarna royna Alone in the Dark á X360.

Men ja, eg eri eisini áhugaður í at vita, hvat er serligt við LBP? Hvat er poengið við tí? Tað einasta eg veit, er at tað er eitt platform spæl har mann ger sítt egna content.


Alone in the Dark hevur fingið rættiliga vánalig ummæli. Ein skal sjálvandi ikki døma spøl út frá ummælum teirra, men helt bara at eg skuldi ávara teg.
Tað roynir tó nógv nýtt, og tað eri eg altíð fyri.

Ringt at greiða frá LBP; tað er eitt av hasum spølunum sum hava okkurt ávíst sum onnur ikki hava. Tú veist hvat eg meini: Half-Life 2, Zelda, Call of Duty 4, Braid, Portal.
Royn at lesa nøkur ummæli av tí, og hygg at nøkrum gameplay videos. Og fram um alt, hygg at øllum brúkara skapta tilfarinum, sum longu finst. Tað er fantastiskt.

Ná ja, Demigod, ger tú Xbox360 news. Tað er ikki heilt rættvíst at bara PS3 news eru.
Royn bara at vera nøkulunda objektivur. You know what I mean.
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 9 - 09/11/2008 klokkan 21:49

Hmm... Um folk ikki hava okkurt imoti "bad typing", so kann eg gott royna
Og eg kenni ein i keypti Alone In the Dark Collectors Edition, og hann seygdi ta nyttadi onki
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 10 - 09/11/2008 klokkan 22:11

2008-11-09 at 5:40 PM - H-Force:
Men ja, eg eri eisini áhugaður í at vita, hvat er serligt við LBP?

Tað sum er serligt við LBP, er at allir ummælarar hava sagt at tað er simpulthen festligt. Har eru nógvir góðir undirhaldandi banar, og fleiri koma til hvønn dag, so langtíðar haldbarheitin á spælinum er í topp. Man blívur við at uppdaga okkurt nýtt og originalt og stuttligt. Tað er laaangt ímillum spøl, sum fáa so góð ummælið sum LBP fær.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 11 - 09/11/2008 klokkan 22:19

"Bad typing" mást tú spyrja H-Force um.
Men, um tú lýtir á meg, so kann eg gott rætta tekstin. Eg eri langt frá fullkomin sjálvur, tá ið tað kemur til at stava, men dugi tó heilt væl. (Ego: +2!)
Um tú fært skrivara rættindi, so kundi tú skriva tíni tíðindi á síðuna, men ikki gera tey almenn. Send mær so eitt PM um at tey eru har, so kann eg rætta tey, og síðani gera tey almenn.
Eitt sindur ópraktiskt, men møguleikin er har.
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 12 - 09/11/2008 klokkan 22:29

Um eg kanska fari at skriva news, skal eg tonka um ta
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 13 - 09/11/2008 klokkan 22:51

Intil víðari hevur tað bara verið ein spurningur um at spyrja, so fær man skrivararættindi. Gaming.fo hevur brúk fyri øllum hondum. Og vit hava ikki havt "trupulleikar" av nøkrum høvunda enn. Gingi fínt við at fólk frá gøtuni skriva innlegg. Tó at H-Force skal eiga heiður fyri at hava skriva nógv tann stórsta partin sjálvur.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 14 - 10/11/2008 klokkan 04:54

http://www.escapistmagazine.com/articles/view/editorials/reviews/5443-Review-LittleBigPlanet review av LBP + Video Supplement
dekanfari

27/09/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 15 - 10/11/2008 klokkan 13:52

er AitD demoin scary?? havi downloada tað, men tori ikki orduliga at prøva tað, fyrr enn eg fái confirma at demoin ikki inniheldur nakað scary
bleiv nokkso imponeraður av engine'inum..
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 16 - 10/11/2008 klokkan 13:55

Er spali scary o.O? Veit bara man kann gera sini egnu ting and stuff
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 17 - 10/11/2008 klokkan 13:56

2008-11-10 at 12:55 PM - Demigod:
Er spali scary o.O? Veit bara man kann gera sini egnu ting and stuff


Hann meinar við Alone in the Dark.
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 18 - 10/11/2008 klokkan 14:11

Ohhh... Trudi hann snakkadi um onkra AitD demon Tonkti ik uppa havt AitD var...
dekanfari

27/09/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 19 - 10/11/2008 klokkan 14:20

haha.. lol tað hevði verið festligt.. lítil børn sett seg at spælt LBP sum var ein sjúkur gysari

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.