WotLK við metsølu
05/12/2008 klokkan 14:16 - HForce


Eitt sindur síðani vóru hordar av fólki í kø uttanfyri Expert, sum opnaði á midnátt fyri at selja World of Warcraft: Wrath of the Lich King. Tey bíðaðu spent, og tað gjørdu 2,8 milliónir onnur fólk eisini.

Aftaná spælið hevði verið úti í 24 tímar, hevði tað longu selt fleiri enn 2,8 milliónir eintøk. Harvið setur tað met sum skjótast seljandi spæl nakrantíð. Heiðurin var áður hildin av hinum expansion til WoW, The Burning Crusade, sum seldi fleiri enn 2,4 milliónir eintøk innanfyri 24 tímar.

Nú ber so til at downloada spælið beinleiðis gjøgnum Blizzard. Um mann dámar betri at eiga eitt fysiskt eintak, so er spælið at finna í handlum kring Føroyar, sovæl sum í Gaming.fo handilinum fyri umleið 170 kr.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 1 - 05/12/2008 klokkan 20:27

Hvar eru myndirnar, Halgir??? HVAR ERU TÆR!
I sá tú tókst myndir!
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 06/12/2008 klokkan 01:41

Tær eru væl í H-force'sa private collection. Hann dyrkar gamers.
HForce

22/12/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 3 - 06/12/2008 klokkan 02:17

2008-12-05 at 7:27 PM - Keres:
Hvar eru myndirnar, Halgir??? HVAR ERU TÆR!
I sá tú tókst myndir!


Tú ert rammaður inn, stendur á songaborðinum.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.