Counter-Strike e-bók útgivin
05/02/2008 klokkan 22:55 - dreaKan
Í fjør góvu teir báðir kendu Counter-Strike spælarnir Ron "Rambo" Kim (3D og coL) og Ognian "steel" Gueorguiev (3D) í samstarv við esport journalistin Duncan "Thorin" Shields út e-bókina "The Art Of Counter-Strike".

Bókin fevnir um stórt sæð øll sjónarhorn í spælinum. Skal tú eitt nú læra at hoppa frá takinum yvir á tann stóra klettin í terrorist síðuni í de_nuke, duga betur at skjóta við Glock ella læra eitt sindur av "team-play" er hetta møguligt.

[center]
[url=http://img522.imageshack.us/img522/8563/taoindex1vz4.jpg][/url][url=http://img137.imageshack.us/img137/3167/taoindex2cx2.jpg][/url][url=http://img522.imageshack.us/img522/2540/taoindex3xe8.jpg][/url]
[/center]
[center][b]Trýst á fyri størri mynd[/b][/center]
Tað verður mett, at øll fáa ágóðan av hesari bók, um tú so ert ein professionellur Counter-Strike spælari ella ein nýbyrjaður 'noobur' kemur tú at læra okkurt av hesari bók.

Her er eitt stutt klipp frá [url=http://www.tao-cs.com/index.html]heimasíðu teirra[/url]:


[center][/center]

Bókin rúmar 200 síður av innihaldi og yvir 50 min. av video upptøkum.

Fyri at gerast eigari av hesi e-bók fylgir tú [url=http://www.tao-cs.com/index.html]hesi leinkju[/url] og trýstir á "Buy Now" (PayPal er krav).

Bókin kostar $29.95 (~152DKK).


[i][b]Kelda:[/b] http://www.tao-cs.com [/i]

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 1 - 06/02/2008 klokkan 01:01

Sera smart, sku gott at dreaKan og Poht longu dugdi hesa bókina í høvdinum tá vit spældu! ;D
HForce

26/04/2019

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 06/02/2008 klokkan 05:38

Awesome.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 3 - 06/02/2008 klokkan 11:01

awww, paypal :/

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.