FPS Freek
07/02/2008 klokkan 12:02 - HForce


Um tú ert sum eg, so verður tú svakur av FPS spølum á consoles. Nógv av teimum eru virkuliga góð, men hasir analog pinnarnir eru simpulthen ikki gjørdar til precision-aiming.

Um tú ert sum eg, so verður tú spentur um hetta nýggja produktið frá KontrolFreek. Firmaið sum hevur gjørt SpeedFreek, eitt controller add-on til koyrispøl, hevur nú kunngjørt um FPS Freek, eitt produkt gjørt mest til FPS spøl.

Mann setir tað á analog pinnarnar. Tað einasta sum hendir, er at teir verða longri, men hetta ger nógvan mun. Nú skal minni orka til at flyta teir, og serliga at flyta teir eitt sindur. Ofta er tað lætt at seta for nógv trýst á við fingrunum tá mann bert skal justera eitt sindur, og so flyta pinnarnar alt for nógv. Um mann brúkar hetta, er tað nógv meira javnt, við hvussu nógv skal til fyri at flyta pinnarnar, langt ella stutt.

Tað ber til at plasera eitt pre-order nú, og fáa 20% avsláttur.

Link: KontrolFreek

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 1 - 07/02/2008 klokkan 19:16

pff , eg owni allikavæl
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 2 - 08/02/2008 klokkan 05:51

sjálvt um at tú hevði havt hatta, hevði eg vunni teg!
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 3 - 08/02/2008 klokkan 21:31

men hvat er hatta til ? xb360 ella ps3 ?
ella bæði ? , eg haldi eg dugi nokkso væl i Resistance: FoM , plagi at liggja ovast i øllum spølunum eg spæli i
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 4 - 09/02/2008 klokkan 00:48

Tað er til XBox 360.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 5 - 09/02/2008 klokkan 01:06

ahh , okay .

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.