Metal Gear Solid pakki!
07/02/2008 klokkan 21:00 - HForce
Eg vænti ikki her eru nógv sum ikki hava spælt Metal Gear Solid seriuna. Fyri tykkum sum ikki hava (heidningar), her eru nøkur góð tíðindi!

Konami hevur kunngjørt, at teir fara nú at útgeva spølini Metar Gear Solid, Metal Gear Solid 2 (Director's Cut) og Metal Gear Solid 3, alt í einum pakka! Pakkin kemur at eita Metal Gear Solid: The Essential Collection. Hann ferð at kosta $29.99, og verður bara útgivin á PlayStation 2.

Eingin tíðindir um nær spælið kemur út.
[img]http://images2.ggl.com/images/snake100.jpg[/img]

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.