Almenn FFXIII heimasíða
10/01/2009 klokkan 20:00 - Vagnur


Tað eru 3 ár síðani at Square Enix kunngjørdi tað næsta spælið í Final Fantasy røðini. Síðani tá er nógv hent, og teir hava tild. kunngjørt at spælið kemur í trimun. Nú hevur Square Enix givið eina heimasíðu út, ið vísur ymist um tað sokallaða "Fabula Nova Crystallis project".
Síðan hevur sectiónir til øll spølini í verkætlani: Tað vanliga FFXIII, Agito og Versus, tó tey seinastu bara eru sum teaser síður.

Heimasíðan hevur tild. eina deild til trailarir og eina deild til "Characters". Trailara deildin er í løtuni tóm, ímeðan "Characters" deildin gevur ein profil til teir persónanir ið eru kunngjørdir, og við stórum og flottum renders av persóninum.

Tað besta av tí heila, eru 2 løg í streama meðan síðan er opin, løgini eru komponera av Masashi Hamauzu og Nobuo Uematsu. Eitt vakurt og deiligt klaver lag. Men tá tú updaterar síðuna hoyrir tú FFXIII temaði, sum er suttsagt: fantastist!!.

Heimasíðan

Viðmerkingar: 9
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 10/01/2009 klokkan 20:29

Wow, so flotta heimasíðu havi eg ongantíð sæð fyrr!!!

*in awe* Heilt seriøst, tað er bergtakandi at síggja hvussu verulig Vanille sær út!!!
prikkur

12/05/2012

Stað: -
Innlegg: 522
# 2 - 10/01/2009 klokkan 21:16

frigging awesome heimasíða :p men eg hoyri bara ein sang
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 10/01/2009 klokkan 21:36

Ha ha, tú vart áðrenn eg, Vagnur! Eg ætlaði mær júst at uppdatera síðuna um FFXII.
Men tú, høvuðstemaið er ikki gjørt av Masashi Hamauzu. Tað hevur Nobuo Uematsu gjørt. Hamauzu hevur gjørt alt annað. Og ja, bæði løgini eru avbera flott.
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 4 - 10/01/2009 klokkan 22:38

haha sry mín feilur.. btw... tað er FFXIII Anyana haha XD.. havi tað sama við at blíva við at skriva (og siga) FFXII


Siðst broytt av Vagnur tann 10/01/2009 klokkan 22:44 (broytt 1x)
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 5 - 11/01/2009 klokkan 01:07

Duble doh! Ein dagan so má Square gera okkurt við navnið á hasari røðini. Altso hvussu skal tað vera tá ið vit koma til FF XVIIV!?

Tú, Prikkur. Royn at uppdatera síðuna eina 5 ferð ella so. Tað kemur fyrr ella seinni.
prikkur

12/05/2012

Stað: -
Innlegg: 522
# 6 - 11/01/2009 klokkan 13:12

yea, tað kom aftaná eina løtu ;p men satan, aftaná eina løtu bleiv eg rættuliga yvirbevístur um, at hatta er tann flottasta heimasíðan eg havi sæð í mínum feili ! graar hon er pen
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 7 - 11/01/2009 klokkan 20:45

2009-01-11 at 12:07 AM - Anayna:
Duble doh! Ein dagan so má Square gera okkurt við navnið á hasari røðini. Altso hvussu skal tað vera tá ið vit koma til FF XVIIV!?

Tú, Prikkur. Royn at uppdatera síðuna eina 5 ferð ella so. Tað kemur fyrr ella seinni.

So kalla teir hana FFXVIIV: [insert subtitle here]

Problem solved :3
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 8 - 12/01/2009 klokkan 10:45

Psnake og Anyna... Tað hevði allar helst verði kallð FF XVIII.

Learn your Roman Numerals... :p


Men annars, FF er tað spæli sum eg eri mest spentur uppá í 2009. 2008 hevur verði the year of the sequels, og teir flestu hava verði heilt fínir. So vónandi verður FF eitt heilt stórt hit!?
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 9 - 15/01/2009 klokkan 21:03

Men FFXIII er tað man sleppur at spæla sjálvur ha ???
So kundi man kanska umhugsað at spælt eitt FF spæl allan vegin í gjøgnum

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.