Besta søga í spæli
14/01/2009 klokkan 19:24 - Anayna


Telduspæl veksa alsamt sum ein miðil við søgum. Hetta sæst aftur í Writers Guild of America, sum nú gevur eina virðisløn fyri besta søgu í einum spæli.

Writers Guild of America er eitt yrkisfelag fyri rithøvundar handan sjónvarpssendingar og filmar í Amerika. Sum so mong onnur, so hava teir eisini virðislønir fyri tað besta frá tí farna árinum, í teirra føri; besta screenplay, besta drama, besta komedia, og so víðari. Í ár er eitt nýtt evni tó komið uppí; heiðurslønin fyri besta søgu í einum spæli.
Tey úrvaldu eru: Fallout 3, Tomb Raider: Underworld, Star Wars: The Force Unleashed, Command and Conquer : Red Alert 3, og Dangerous Highschool Girls in Trouble!

Har er nógv ymiskt at velja ímillum, enntá eitt indie-spæl, men heldur tú at okkurt spæl er, sum átti verið á listanum, so finst ein frágreiðing. Fólkini handan spølini mugu sjálvi tilmelda teirra spæl til virðislønina.
Tað eru allarhelst ikki øll, sum tíma at melda teirra spæl til.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

26/04/2019

Stað: -
Innlegg: 4371
# 1 - 15/01/2009 klokkan 22:29

Dangerous Highschool Girls in Trouble..... ?
prikkur

12/05/2012

Stað: -
Innlegg: 522
# 2 - 21/01/2009 klokkan 22:37

yea, what the fudge er tað ?


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.