Battlefield Heroes áðrenn apríl
05/02/2009 klokkan 18:50 - Anayna


Góð tíðindi til tey sum ikki kunnu fáa nokk av shooters. Battlefield Heroes sigst nú at koma út áðrenn apríl.

Battlefield Heroes líkist ikki beinleiðis fyrrverandi spølini í Battlefield røðini. Grafiskt sæð verður spælið ofta samanborið við Team Fortress 2, men annars hava hesi bæði lítið við hvønn annan at gera. Battlefield Heroes fer at fokusera nógv á bilar, tanks og flogfør, stór maps, og møguleikan at geva figuri tínum ymiskar eginleikar.
Flestu fólk eru tó serliga glað fyri, at spælið fer at vera púra ókeypis. Onkrar lýsingar fara at finnast í spælinum, tó ongantíð ímeðan ein spælir, og so kanst tú eisini keypa ymisk klæðir til figur tín. EA væntar, at hetta fer at vera nóg nógv at bera spælið.

Battlefield Heroes verður gjørt av svenska DICE, og verður útgivið av EA.

Kelda.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 06/02/2009 klokkan 02:39

dice eru for feitir.. eri annars nokkso spentur uppá hetta.. langt síðani at man fyrst hoyrdi um tað..
HForce

22/12/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 06/02/2009 klokkan 06:46

Er ikki okkurt við at tað verður spælt í browsara?
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 3 - 06/02/2009 klokkan 20:33

Ja men hettar er jú fjas... TF2 style wtf...
Eg gleði meg til Battlefield 1943 og Bad Company 2

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.