American McGee's Alice 2
20/02/2009 klokkan 21:24 - Anayna


Fyri ikki so langari tíð síðani, lovaði EA at vit fóru at síggja fleiri original spøl frá teimum, og ikki bert nýggjar partar í eldru røðunum. Nú brýtur EA lyfti sítt, og eg kundi ikki verði glaðari. EA fer nevniliga at útgeva eftirfylgjarin til American McGee’s Alice.

Dragon Age, Dante’s Inferno, Brutal Legend og nú American McGee’s Alice. EA hevur veruliga nógv góð spøl at bjóða okkum í 2009.
Til tey sum ikki vita tað, so kom upprunaliga Alice spælið út í 2000 til teldu. Tað var leysliga bygt á Lewis Caroll søguna úr 1865, men var nógv myrkari. Faktiskt heilt groteskt. Spælið fekk heilt góð ummælir, og serliga var tað visuella designi og humorin, sum bergtók fólk.

Onki serligt av vitan finst tó um hetta nýggja Alice spæli. Enn dugir ongin at siga nær tað kemur út, men tað kemur til Xbox 360, PS3 og teldu.

Kelda.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.