Warsow
21/01/2008 klokkan 17:03 - Sammi
Vælumtókta open source multiplayer FPS spæli, Warsow, fekk fyrradagin eina nýggja stóra dagføring til versión 0.4



Warsow útkom fyri fyrstu fer í tann 8. juni 2005. Tað er eitt fastpace multiplayer FPS spæl, ið setur fokus á trickjumping og kappingarevni. Spælið hevur sína egnu serligu útsjónd við at nýta ein cyber-punk stíl og cel-shaded grafik, ið gevur eina tekniseriu kenda útsjónd. Møguleiki er at spæla vanligan deathmatch, team deathmatch, capture the flag og annað.

Gameplay kann samanlíknast við Quake og Unreal Tournament og er á ein hátt ein góð blanding av báðum. Sjálvt um spælið enn er í beta verður tað roknað sum klárt til online kappingar av stórum tourneringum so sum Electronic Sports League og ClanBase. Warsow er eitt stand alone spæl, sum einhvør kann taka niður og koyra, tí at tað er open source, og verður framleitt fyri einki av einum internationalum liði av forritarum og grafikarum. Har eru nóvir servarir online og spæli riggar á bæði Windows, Mac og Linux.

Warsow er bygt á Qfusion spæl motorin, ið er ein víðarimenning av Quake 2 program kotuni, sum er ID software frígav til open source í desembur 2001. Qfusion motorurin kann í dag eisini nýtast til allar Quake 3 banar umframt at hann hevur fleiri av sínum egnu serstaku features.

Tað eru ov nógv nýggj features og broytingar í nýggju útgávuni til at skriva um her, men ein listi kann lesast á hesu síðu: http://www.warsow.net/?page=news&id=153#n153

Download og meira info her: http://www.warsow.net/

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
HForce

20/03/2017

Stað: -
Innlegg: 4345
# 1 - 21/01/2008 klokkan 18:06

Heilt sikkurt TAÐ besta deathmatch spæli!

Spældi tað nokk so nógv í eina tíð.

WarSow Gaming.fo kapping anyone?
DemonHunter

03/02/2008

Stað: -
Innlegg: 9
# 2 - 21/01/2008 klokkan 18:41

Hmm, sounds interesting ... burdi kanska tjekka tad út .. er tad free?
HForce

20/03/2017

Stað: -
Innlegg: 4345
# 3 - 21/01/2008 klokkan 19:06

Ja.
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 4 - 22/01/2008 klokkan 00:44

Ja spældi tað eisini tá tað fyrsta beta kom út. Sindur løgi at stýra, men annars eitt skeg/gott spæl.

Má fara prøva tað aftur...
Gordon

14/10/2015

Stað: -
Innlegg: 1809
# 5 - 22/01/2008 klokkan 23:44

fann tað ta eg leitaði eftir "native-linux" spølum. og havi spælt tað viðhvørt , men faði ræðuligt ping a øllum servarunum sum spælarar eru a ;(

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.