Head in the Game 360 joystick
13/02/2008 klokkan 10:36 - HForce


Fleiri og fleiri gamers eru við at venja seg við at brúka console joystick ístaðin fyri tað traditionella keyboardið og músina. Teir verða kallaðir heidningar av hard-core telduspælarum, men talið av console spælarum bara vaksur.

Hetta ger at nógv royna at skapa ymisk produktir at hjálpa til við hesum ikki-perfekta mátanum at stýra. Síðstu viku hugdu vit at FPS Freek frá Kontrolfreek, sum skuldi hjálpa til við at gera analog pinnarnar meira neyvar.

Her kemur so joystickið frá Head in the Game til XBox 360. Tað eru modifiseraði joystick, sum bjóða alternativar knappar til høvuðs-knapparnar (A, B, X, Y). Sum tey flestu vita, má mann fjerna høgra tummil av analog pinninum fyri at reloada ella okkurt sovorði. Hetta tekur næstan onga tíð, men kann allíkavæl vera vandamikið. Á hesum nýggja joystickinum eru knapparnir eisini at finna á baksíðuni. Hetta ger tað kanska lættari at trýsta á teir.

Sjálvandi kemur hetta at taka tíð at venja seg við. Har eru ymisk layouts at velja millum, eisini eitt gjørt spesifikt til Halo 3. Prísir eru frá $69.99 til $89.99.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 1 - 13/02/2008 klokkan 11:24

hmmmm... hardcore.. .. kenni ik til Halo 3 and stuff men kann fyristilla mær at broytingar sum hatta kann gera tað lættari at spæla.. :p

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.