Achievement whore?
07/04/2009 klokkan 03:46 - Anayna

Love ‘em or hate ‘em, Achievements eru fyri mong ein umráðandi partur av gaming, og herfyri dugdi Microsoft at siga okkum, at spælarar um allan heimin hava rokkið 2.5 milliardir Achievements.

Tað er Aaron Greenberg, Director of Product Management, hjá Microsoft sum hevur avdúkað tølini. Hasar 2.5 milliardirnar kunnu eisini umsetast til eitt Gamerscore á 52 milliardir. Tað vil siga umleið 150 Achievements per Xbox 360 eigara á jørð.
Greenberg sigur, at hann er sera bilsin um hvussu væl umtókt Achievements eru vorðnar millum spælarar, og at tær eru ein av teimum stóru fyrimununum hjá Xbox 360.

Fært tú ikki ordiliga hug at spæla Achievement Unlocked?

Kelda.

Viðmerkingar: 8
Síða [1]
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 1 - 07/04/2009 klokkan 03:57

nah eg havi sett mær hægri mál fyri vikuna

rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 07/04/2009 klokkan 04:11

Achievements økja um ta tíðina eitt spæl er áhugavert
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 3 - 07/04/2009 klokkan 15:51

Achievements gera onki fyri meg, uttan so at tær eru við til at unlocka ting og sakir.... So sum banar og vápn...!
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 4 - 07/04/2009 klokkan 22:58

Achievements eru suvurenar til at kappast um og sovori, og øll mugu elska at kappast
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 5 - 08/04/2009 klokkan 00:28

hvussu eru tær ein av fyrimununum hjá xbox..?
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 6 - 08/04/2009 klokkan 00:45

Xbox birjadi uppa ta? Og hevur PS3 achievements?
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 7 - 08/04/2009 klokkan 01:03

Ja, PS3 hevur Achievements. Tær nevnast bara Trophies í staðin fyri. Annars eru tær tað sama.

Eg hevði tó ynskt at tær ikki vóru har, ella at man bara kundi slókt tær. Tær eru irriterandi. ;(
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 8 - 11/04/2009 klokkan 23:04

eg elski achievements og at steam er byrjað at koma við teimum , geva mær okkurt at gera tá man spælir pub for fun .

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.