10 milliardir deyðir
15/04/2009 klokkan 02:18 - Anayna


The Covenant. Møguliga ein ætt av hálv-býttum og sera ljótum rumdarverum, men sum háment og vitandi menniskju er tað okkara skylda at syrgja teirra mistu. Tí er tað, at eg nú biði um ein minutt av kvirru, fyri at virða tær 10 milliardir deyðu Covenant.

...

So er nóg mikið við hasum. Bungie hevur nú roknað seg fram til hvussu nógvar rúmdarverur eru dripnar í Halo 3 higartil. Talið bleiv 10.000.000.000. Hatta eru nógv null.
Hatta er sjálvandi eitt sindur runt rokna, men Bungie kom fram til fleiri onnur stuttlig tøl. Millum annað, at 17.500.000 Covenant verða dripin hvønn dag, sum verður til 730.000 hvønn tíma, sum verður til 12.000 hvønn minutt.

So gev tær sjálvum eitt herðaklapp um tú spælir Halo 3. Tí tann vanligi Halo 3 spælarin hevur nevniliga dripið 650 Covenant hvør. Tillukku!
Tín náðileysi, fólkamorð psykopatur...

Kelda.

Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 1 - 15/04/2009 klokkan 02:52

17.500.000 Covenant verða dripin hvønn dag, sum verður til 730.000.000 hvønn tíma

hmm, okkurt er sindur skeivt har
730.000 meinar tú nokk? xD
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 15/04/2009 klokkan 03:29

Damn you smart readers with your fancy brain thingies!

Jú, púra beint. Takk fyri at tú vísti á tað.
Fixed.
HForce

10/11/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 3 - 15/04/2009 klokkan 18:09

Tað var ikki heilt líti!

Sum teir formera seg...
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 4 - 15/04/2009 klokkan 20:22

Hvi siga tey um Halo 3, tá ið man skal hugsa okkurt gamalt spæl, sum hevur veri longri út?
Men tvatl! Tað er bara sci-fi.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.