Smash Bros. Brawl fer platinum
14/02/2008 klokkan 10:11 - HForce
[img]http://www.infendo.com/wp-content/uploads/2007/10/225_super-smash-bros-brawl-logo-top-1011.jpg[/img] Super Smash Bros. Brawl, sum kort síðani bleiv útgivið í Japan á Nintendo Wii, hevur selt sum Jolly á einum heitum degi.

Í teimum fyrstu 11 døgunum aftaná spælið varð útgivið, blivu 1.08 milliónir eintøk seld.

Tað er ein rekord fyri Wii spæl-sølur í Japan. Til samanbering, so rakti Wii Sports (sum er selt fyri seg í Japan) eina millión í sølum 11 vikur aftaná tað varð útgivið. Super Smash Bros. Brawl seldi 820,000 eintøk pá eina viku.

Vit fáa at síggja um tað gongur líka væl í Norður America tá tað kemur út har, 9. mars.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Runi_j

22/07/2009

Stað: -
Innlegg: 53
# 1 - 18/02/2008 klokkan 23:09

Super smashbros melee var eitt sera gott spæl, eg vóni at hettar fer at verda líka gott ella betur so fer man at spæla wii eitt líti sindur høhø ^^


Siðst broytt av Runi_j tann 18/02/2008 klokkan 23:11 (broytt 2x)

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.