Bethesda ger spæl til Wii
20/05/2009 klokkan 02:47 - Anayna


Ofta verður sagt at Wii ikki fær sama stuðul frá 3rd party framleiðarunum, sum til dømis PS3 og Xbox 360 fáa.
Nú sigur Bethesda tó, at tey arbeiða á eitt “really big” spæl til Wii.

Kennir tú hatta við, at mong halda at tey einastu sum eiga eina Wii eru smábørn og ommur teirra? Tað heldur Bethesda eisini. Ella næstan.
Sean Brennan, leiðarin av europeisku deildini av Bethesda (tú veitst, tey sum gjørdu Oblivion og Fallout 3), heldur at tað er ein marknaður fyri “vaksin” spøl á Wii, men hann er ikki serliga stórur.

Tá ið hann var spurdur um hann helt, tað var nøkur framtíð fyri 18+ spølum á Wii, svaraði hann:
“Tað haldi eg at tað er, men á hinari síðuni, tað ræður um at finna útav hvussu stórur hesin marknaður er. Er tað 5 prosent av Wii eigarum? Um so er, so er tað vert tað, um tú megnar at fáa øll 5. Megnar tú ikki at fáa øll 5 prosentini, so er tað heilt erligt ikki vert at gera.
Vit fara at avdúka eitt sera stórt Wii spæl seinni í ár.”


Altso fer Bethesda at royna seg við Wii. Hvat spælið verður veit ongin enn, men so hava Wii eigarar okkurt at gleða seg til.

Kelda.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.