Bestill mat gjøgnum Wii
27/05/2009 klokkan 01:00 - Anayna


Ahh, Wiimote...
Er tað nakað hasin hvíti klumpurin av plastikki ikki kann gera?

Okay, nokkso nógv, men nú kann hann gera mat fyri teg. Tað var tosa um eina matvøru tænastu til Wii, fyri nøkrum mánaðum síðani, men nú er hon her. Nú ber tað til at bestilla mat gjøgnum tína Wii.
Um tú altso býrt í Japan. The Damae Channel var tikin í brúk, fyri fyrstu ferð í dag. Hon var gjørd í samstarvið við Damae-can, ein portal-síða, ið ber mat út. Damae-can samstarvar við eina rúgvu av matstovum, so sum Pizza Hut, Dominos og onnur, so nú kunnu japanarar bestilla alt frá sushi til pizza gjøgnum teirra Wii.
Nintendo hevur gjørt eina líta gjøgnumgongd av tænastuni her, um tú hevur hug at hyggja.

Ein kundi skriva um hvussu mótsigandi tað er, at ein konsol sum hevur verið marknaðarførdur hálvavegna sum ein fitness maskina, nú eisini gevur tær lætta atgongd til fast food, men eg lati tað liggja.

Kelda.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

26/04/2019

Stað: -
Innlegg: 4371
# 1 - 27/05/2009 klokkan 01:18

Awesome! Gief gief!
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 2 - 27/05/2009 klokkan 05:23

Hattar kann ik henda í føroyum, vit hevði skula goldið fyri útkoyring
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 3 - 27/05/2009 klokkan 07:31

Nintendo royna alt fyri tíðina. Kanska teir burdu ansa eftir so tað ikki "backfirar"...

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.