Í morgin byrjar Proteld
14/02/2008 klokkan 15:21 - HForce


Nú er ikki leingi eftir til Proteld, eitt LAN-Party á Studentaskúlanum í Hoydølum, byrjar! Í morgin klokkan 19:00 lata hurðarnar upp.

Skemaið er eisini blivið lagt:

15/2 19:00 - Vit lata hurðarnar upp.
15/2 22:00 - Kapping: Counter-Strike 1.6.
16/2 16:00 - Kapping: Warcraft III TFT: DotA.
16/2 20:00 - Kapping: Unreal Tournament 2004.
16/2 23:00 - Vit lata hurðarnar aftur.

Føroya Tele veitir breiðband við 8/2mb ferð.

Skundi tykkum at bíleggja tykkara pláss, við at skriva til Sámal á iammojos (at) yahoo (dot) com og uppgeva navn, bústað og telefon nummar.

Meira er at lesa, so sum hvat skal takast við, á www.proteld.com.

Viðmerkingar: 8
Síða [1]
FSM-

03/04/2008

Stað: -
Innlegg: 3
# 1 - 15/02/2008 klokkan 08:00

tit atla at naa eina kapping i dota uppa 4 timar?
HForce

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 4368
# 2 - 15/02/2008 klokkan 09:32

Eg hugsaði tað sama, hatta skemaið sær ikki so fantastiska planlagt út...
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 3 - 15/02/2008 klokkan 10:04

Eitt dota spæl kann taka langt yvur ein tíma. Kanska ikki tá eg spæli! ;dd Men tá tad er javnt millum lidini!

Men minnist meg rætt kostadi tad uml 250 at koma inn, og 250 er EXTREMT nógv fyri bert tveir dagar.

Eg hopi so sannuliga at vinningarnar gera upp fyri kostnadin at koma inn.
Inzanity

28/01/2016

Stað: -
Innlegg: 95
# 4 - 15/02/2008 klokkan 10:24

Ja hvussu ber tað til at sunnudagurin ikki verður tikin í brúk? Og hví endar tað kl 23 leygarkvøld?
pocketrocket

05/10/2010

Stað: -
Innlegg: 1
# 5 - 15/02/2008 klokkan 11:19

vanligt hjá BirdBay taka spølini minimum ein tíma, longsta vit hava spælt er 1 tíma og 50 min, haldi eg tað var.
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 6 - 15/02/2008 klokkan 12:04

Tók væl yvir 12 tímar at avgreiða DOTA kappingina á síðsta Net-Upp tiltakinum.

Máttu eisini halda finaluna næsta dagin...
kozy

20/07/2015

Stað: -
Innlegg: 156
# 7 - 15/02/2008 klokkan 14:05

Hatta er altso ótrúliga vánaligt fyriskipa, og tað kann eg siga longu nú áðrenn tiltakið er byrjað. Fyrst og fremst, hví broyta tað til 2 dagar ístaðin 3? Og halda tit virkuliga tað ber til at fáa dota yvurstaðið uppá 4 tímar? Ohjø...Og Unreal Tournament tekur eisini longur enn 3 tímar, tað má eg siga...Hatta er ikki væl planlagt. Ongir vinningar kunngjørdir enn, og 200 kr er ov nógv, verður tað bara 2 dagar. Nú hopi eg virkuliga tit taka nøkur av tingunum, ið eru søgd her á síðini til eftirtanka. Tit vera simpulthen noyddir at broyta hatta skemaði, hatta fer SLETT ikki at ganga.
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 8 - 15/02/2008 klokkan 14:29

Míni ráð eru at droppa eina kapping.

Tit náa bara eina kapping per dag.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.