"Demo play" í Super Mario Bros.
16/06/2009 klokkan 00:29 - Anayna


New Super Mario Bros. Wii sær kanska rættiliga old-school út, men Nintendo fer at royna eina nýggja funktión í spælinum: eginleikan at lata spælið spæla seg sjálvt.

Shigeru Miyamoto, sum forrestin var valdur “tann ultimativi spæl-framleiðara hetjan” júst nú, gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani eina nýggja skipan, sum Nintendo tók patent á. Skipanin skuldi rigga sum eitt slag av “in-game walkthrough”. Um spælarin ikki sleppur víðari av onkrari orsøk, er tað møguligt at heilt einkult lata spæli spæla seg sjálvt, og síðani taka yvir aftur, tá ið ein heldur at man kann klára seg sjálvur.
Hendan funktiónin verður higartil nevnd “demo play”, og fer at verða brúkt fyri fyrstu ferð í New Super Mario Bros. Wii.

Tó at Miyamoto ger tað heilt klárt, at henda funktiónin er ætla teimum sum ikki duga heilt so væl við spølum, so fer hon allarhelst at finna veg til fleiri Nintendo spøl í framtíðini.

So hvat halda tit? Vilja tit hava ein vinn-knøtt í spæli tykkara?

Kelda.

Viðmerkingar: 9
Síða [1]
Godfather

17/09/2010

Stað: -
Innlegg: 76
# 1 - 16/06/2009 klokkan 01:04

what?! fyristilla tær tað til MGS. Tað hevði spart mær nógvar tímar. But still, wtf?!
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 16/06/2009 klokkan 02:47

Um tað ikki er in-game, so fara fólk bara á netinum at kanna walkthroughs
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 16/06/2009 klokkan 03:35

True, tað fer bara at gera spælið lættari. Onnur (Alone int he Dark) hava eina skipan sum loyvir sær at leypa um partar, men hetta er helst enn betur. Eg vóni bara hetta fer at koma yvir til Sony (veit ikki hvussu, men onkursvegna) tí eg vil ikki upplivað tað aftur sum Shadow of the Colossus koyrdi meg ígjøgnum... Spøl sum heild eru ikki ofta frí fyri einum partið onkrastaðni har man simpulten ikki sleppur víðari...
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 4 - 16/06/2009 klokkan 05:33

Pro
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 5 - 16/06/2009 klokkan 05:42

Kalla meg svakan, men eg haldi faktiskt at hetta kundi gjørt spøl enn ringari. Við hesari skipan noyðist ein framleiðari ikki at hugsa um at gera spæl sítt nóg lætt til ein og hvønn, men kann ístaðin gera júst tað hann vil.
Er tað ov ringt? No problem, lat spæli klára tað sjálvt.

Veit ikki ordiliga hvat eg skal halda um hetta...
In Miyamoto we trust?
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 6 - 16/06/2009 klokkan 07:45

Vit trusta absolutt in Myamoto, men um tøknin breiðir seg til aðrar developers er tað ikki Myamoto sum skal trustast.

Eg haldi tó at tað er øgiliga áhugavert. Men so selja tey nokk bara færri replacement joystick.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 7 - 16/06/2009 klokkan 18:47

Sær ikki gott út hjá Myamoto.
Fyrst Wii Music og nú hetta? Ikki gott...
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 8 - 17/06/2009 klokkan 02:01

2009-06-16 at 1:45 AM - H-Force:
Vit trusta absolutt in Myamoto, men um tøknin breiðir seg til aðrar developers er tað ikki Myamoto sum skal trustast.

Eg haldi tó at tað er øgiliga áhugavert. Men so selja tey nokk bara færri replacement joystick.


win XD
p-war

29/01/2010

Stað: -
Innlegg: 55
# 9 - 25/11/2009 klokkan 05:31

hatta har hevði eg brúk fyri tá eg spældi mnkey island 1 og 2

fuck eg havi brúkt nógvar tímur uppá at solva hasar helvitis uppgávurnar

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.