Activision gevst við Sony?
20/06/2009 klokkan 00:12 - Anayna


PS3 liggur aftast í tí sonevnda konsol-krígnum, men at støðan er so ring, at Activision hugsar um at gevast at stuðla svarta kassanum hjá Sony, væntaði ongin.

Bobby Kotick, leiðarin av Activision, segði í einum samrøðu við the Times, at hann var ørkymlaður um Sony hetta konsol-ættarliði. Millum annað segði Kotick, at tað var dýrt at skapa spøl til PS3, at Sony átti at minka prísin á maskinum teirra, og at Xbox 360 og Wii spøl heilt einkult seldu betur.
Hetta er onki sum vit ikki hava hoyrt áður frá øðrum útgevarum, men tað serliga áhugaverda kom aftaná:
“Um vit eru heilt realistiskt, so verða vit møguliga noydd at gevast at stuðla Sony. Tá ið vit leggja ætlanir fyri 2010 og 2011, mugu vit møguliga umhugsa um vit vilja halda fram at stuðla konsollinum – og PSP við.”

Minnist nakar Dreamcast? Ein av høvuðsorsøkunum til at hann doyði út, var at EA ikki stuðlaði honum. Sony kundi komi út fyri nøkrum líknandi um Activision, størsti spæl útgevarin í dag, gevst at gera spøl til PS3.
Persónligi skilji eg als ikki tað Kotick sigur um PSP. PSP selur sera væl, og hevur gjørt tað longi, men hvat siga tit? Vilja tit vera næsta Call of Duty og Guitar Hero fyri uttan?

Kelda.

UPDATE:
Sony hevur svara aftur til úttalilsi hjá Kotick. Svarið er bara eitt sindur keðiligt.

“Vit virða meiningarnar hjá okkara third-parties, og teirra rættindi at bera hasar meiningarnar fram, men vit hava onki at siga til hesa søguna.”

Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 1 - 20/06/2009 klokkan 01:12

Nú kann Activision ikki samanberast við EA, men tað sum eg haldi hetta er, er at Activision simpulthen spæla út við einum "stone cold bluff", fyri at fáa Sony at lækka prísin á PS3.
Gott, men farligt spæl frá Activision
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 2 - 20/06/2009 klokkan 02:42

Ja tað kann væl vera eitt bluff, men PS3 lønar seg ikki.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 20/06/2009 klokkan 03:32

Also, eg kann skilja hatta við Ps3, men PSP? Sum Anayna segði, handheld maskinan hjá Sony klárar seg fínt.
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 4 - 22/06/2009 klokkan 16:31

Ja men PSP GO fer kanska at 'fail'a'
Tí tað fer ikki at hava eitt UMD drive, haldi eg.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.