Antichrist gjørt um til spæl
21/06/2009 klokkan 01:42 - Anayna


Hevur tú hoyrt um handa nýggja filmin hjá Lars Von Trier, Antichrist? Hasin har við seksuellari misnýtslu, torturi, sinnissjúku, og fólk sum skera seg í kynsgøgnini?
Ja, tey fara at gera tað um til eitt spæl.

Filmurin hjá danska leikstjóranum deildi ummælarar í tveir bólkar, teir sum elskaðu hann og teir sum hataðu hann, men Antichrist er undir øllum umstøðum eitt løgið val, at gera eitt spæl burturúr. Við filmum sum Transformers og X-men Origins væntar man ikki rættiliga annað, men Antichrist?
Spælið fer tó at bera navni Eden, og fer ikki at fylgja søguni í filminum. Heldur fer tað at vera eitt slag av eftirfylgjara. Framleiðarin eitur Zentropa Games, og leiðarin verður Morten Iversen, kendur sum rithøvundurin handan Hitman spølini. Eden verður spælt frá fyrsta persóns sjónarmiði, og áðrenn ein byrjar spælið, er man noyddur at svara nøkrum spurningum um hvat ræðir teg. Eden broytist á tann hátt eftir hvat tín størsta ræðsla er.
Von Trier sjálvur skal góðkenna søguna, og Willem Dafoe fer at læna rødd sína til spælið. Ífylgi Iversen verður tað sera kontroversielt, og skal líkjast “einari marru útgávu av Myst.”

Eden kemur út longu næsta ár til teldu, møguliga saman við einari serligari útgávu av filminum.
... hví havi eg eina ljóta ímynd í høvdinum, av einari quick time event við hvassum lutum og kynsgøgnum?

Kelda.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 1 - 21/06/2009 klokkan 02:32

.... oh shit!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.