"Moral choice" patent
21/07/2009 klokkan 02:56 - Anayna


Ná, hvat dámar tær hasar “moral avgerðirnar”, sum øll spøl brúka í dag? Fleiri og fleiri spøl hava tær í dag, men nú roynir ein at taka patent á tær.

Grand Theft Auto IV, Infamous, Fable II, Fallout 3, og fleiri onnur spøl, noyða høvuðspersónin at taka moralskar avgerðir, og tó at hesar sum oftast handla um antin at breyðføða tey foreldraleysu ella at eta ein kassa av kettlingum, so ríka tey sum oftast um spæli.
Nú roynir Elliot McGucken, onkur tilvildarligur fýrur, at taka patent á hesi val. Hansara patent umsókn kann síggjast her, og hon er ætla nettupp telduspølum.

So er spurningurin um umsóknin verður góðtikin. Allarhelst ikki, tí hon umrøður ikki beinleiðis nakað nýtt. Persónliga ivist eg eisini í, um maðurin ætlar sær nakað við patentinum. Kanska vildi hann bara noyða spæl-framleiðarar, at geva honum pengar hvørja ferð ein teirra vil brúka eina tílíkna skipan.

Hmm. Hatta er faktiskt slett ikki so býtt. Eg haldi at eg fari at taka patent á eitt spæl, har ið tú ert eitt flótandi kamera við skotvápnum fyri armar, alt samalt sæð frá einum fyrsta persón sjónarmiði.
Eg verði millióningur yvir nátt.

Kelda.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 21/07/2009 klokkan 07:55

good luck.. eg stuðli tær allan vegin.. og forlangi 20%

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.