Wii Fit grøðir lamin
22/07/2009 klokkan 23:30 - Anayna


Áh, góði gud, henda søgan fer at selja eina millión Wii, minst. Ein lamin genta hevur lært at ganga aftur, við Wii Fit.

Og tað ringasta er, at tað als ikki passar, men at almenningurin fer at halda tað. Nicole Cahill er ein tíggju ára gomul bretsk genta úr Wexford, sum var lammað av einum virusi, tá ið hon var seks. Nú, takkað verði modernaðum vísindi, hart arbeiðandi læknum, og nógvari venjing, hevur hon lært at ganga aftur.
Hon spældi forrestin eisini eitt sindur av Wii Fit harímillum, og tað hjálpti eisini.

“Wii Fit hevur veruliga hjálpt. Tað er ordiliga gott, tí at tað inniheldur so nógvar balansu og strekki venjingar,” sigur hon.

Gott at hon kom upp á føturnar aftur, og samstundis er tað stuttligt, at síggja hugburðin hjá fólki ímóti spølum broytast. Fyrst gera tey fólk um til hópdrápsmenn, og síðani fáa tey lítlar lamnar gentur at ganga aftur.
Vit síggjast í morgin, tá ið Wii Sports gevur blindum sjónina, og Miyamoto gongur á vatninum.

Kelda.

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 1 - 23/07/2009 klokkan 00:18

stuttlig grein
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 2 - 23/07/2009 klokkan 01:52

hehe ja má siga, festlig grein
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 23/07/2009 klokkan 06:46

Er tað ikki vandamikið at nerta eina reyða skel? Ella er Miyamoto bara ein ubergod?
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 4 - 23/07/2009 klokkan 08:58

Wow, fer Miyamoto at ganga á vatninum? nær í morgin?
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 5 - 24/07/2009 klokkan 05:05

Miyamoto er ein ubergod

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.