BYOC vinnarar
18/02/2008 klokkan 13:36 - Sammi


Á BYOC LAN-Party tiltakinum, ið var niðri í Studentarskúlanum í Hoydølum í vikiskiftinum, vóru tríggjar kappingar. Tær vóru í Counter-Strike 1.6, Unreal Tournament 2004, og DotA.

Í CS vunnu team not Rated (tnR), við No Nonsense sum runners up. Fleiri av leikarunum í No Nonsense hava spælt í langa tíð og tí var hetta liði kosi favorittur áðrenn finaluna, men eftir ein avbera tættan dyst vístu tnR at teir vóru betra liði.

DotA kappingina vunnu HIVA, ið vóru mannaðir av trimum leikarum í no1, sum hava vunni báðar tær síðstu DotA kappingarnar á Net-Upp. Tað var upprunaliga ætlanin at alt no1 liði skuldi luttaka, men tveir av limunum fingu tíðanverri ikki møtt, og tí komu tveir avloysarar við, og teir valdu at luttaka undir navninum HIVA ístaðin.
Tað blivu Team Argir sum vóru runners-up í DotA kappingini.

Top 3 í UT 2004 vóru:
  1. Butcho_Merdas (Jákup Erik)
  2. Kozy (Bjarni Jacobsen)
  3. Phantom (Boas Hansen)

Jákup Erik vann ein 250GB harðdisk fyri fyrsta pláss. Bjarni vann eina Razer Diamondback 3G gaming mús, og Boas vann eitt Logitech headset.

Butcho_Merdas og Kozy vóru eisini í UT 2004 finaluni á síðsta Net-Upp tiltakinum, men tá bleiv dreaKan (Heini Weihe) nummar trý.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

18/02/2018

Stað: -
Innlegg: 4365
# 1 - 18/02/2008 klokkan 14:20

GG øll.
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 2 - 18/02/2008 klokkan 22:15

Jákup jensen vann ein 250gh hd ^^
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 3 - 19/02/2008 klokkan 00:25

GG's

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.