Yugioh Ban List August 2009
16/08/2009 klokkan 09:19 - PSnake


Japanski Yugioh Ban List August 2009: http://shriek.twoday.net/stories/5878076/



Tað er altíð spennandi hvørt hálvár tá ein nýggjur Banned & Restricted (Bannað og Avmarkað) listin kemur. Øguliga ofta betíðir hetta stórar broytingar fyri hvørji kort verða brúkt og ikki í Yugioh heiminum.

Nú er Japanski listin so komin og hevur nakrar broytingar sum kunnu gera ein bilsnan. Ein kann siga 'hatta er tann japanski listin, alt kann enn broytast'. Sum so er tað rætt, men tað er ongantíð komið fyri enn at hann hevur verði øðrvísið enn japanski listin.
Har eru nógvar broytingar sum vóru væntaðar, men her eru nakrar broytingar sum eingin kundi vænta.

Crush Card Virus er kendasta kortið í Yugioh heiminum, ikki bert sum dýrasta men lættliga sterkasta kortið í spælinum. Á ebay fery upprunaliga útgávan, sum var bert givið sum vinningur í stórum kappingum, fyri yvir 1000$. Leingi hava fólk klaga um tað, og hvørja ferð tosað hevur verði um, tað fór at verða banna, hendi tað ikki, so eingin væntaði, at tað endiliga hendi.

Aðrar yvirraskandi broytingar eru Fissure, Breaker the Magical Warrior og Raiza the Storm Monarch øll eru unlimited nú, tó øll 3 hava antin bert verði limited ella banna í langa tíð.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.