Best DRM evah
09/09/2009 klokkan 02:04 - Anayna


Hevur tú tikið Batman: Arkham Asylum ólógliga niður av netinum? So mást tú eisini finna teg í, at í tínum spæli er Myrki Riddarin ikki heilt líka kønur, sum vit eru von at síggja hann.

Ein og hvør framleiðari kann smekka onkra DRM (Digtial Rights Managments) skipan í spæl teirra, og so hugsa, at hann hevur gjørt skyldu sína. 24 tímar seinni sita fólk allíkavæl og spæla tað ólógliga. Tað krevur ein veruliga genialan framleiðara, at gera eina kreativa DRM skipan sum riggar, og als ikki er til ampa fyri veruligu kundarnar.
Rocksteady Studios, fólkini handan Batman: Arkham Asylum, eru júst tílíkir framleiðarar. Í pirat útgávuni av spælinum til PC letur tað til, at Batman hevur gloymt hvussu ein berjist, flýgur við kappanum, og brúkar bat-dimsar sínar. Harvið er tað fullkomiliga ómøguligt hjá teimum við ólógligum eintøkum av Arkham Asylum, at klára spælið.

Á foruminum hjá Eidos, útgevarin av spælinum, var tað enntá ein lítil sjórænari, sum boðaði frá, at hann hevði funnið bugs í spælinum.
Aftursvarið frá einum admin var:
“The problem you have encountered is a hook in the copy protection, to catch out people who try and download cracked versions of the game for free.
It's not a bug in the game's code, it's a bug in your moral code.”

...
Hatta er næstbesta aftursvarið til ein spurning, í menniskja søguni.

Kelda.

Viðmerkingar: 9
Síða [1]
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 1 - 09/09/2009 klokkan 02:12

Gief besta aftursvar?

Men ja, hatta er ordiliga nice gjørt. Men hvussu akkurát ber tað til? Hvussu veit spælið, um tað er legit ella ikki?
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 2 - 09/09/2009 klokkan 03:03

Skilji ikki fólk sum downloada spøl ólógliga, um teldu spølini ikki eru til internetbrúk, so eru tey einki verd. Um tú altar at spæla offline, so spæl console.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 3 - 09/09/2009 klokkan 03:10

Eg veit ikki, um hatta virkar sum ætlað. Á mininova comments siga fólk at spælið virkar fínt. Har eru ymsar fílar, sum kunnu downloadast, sum rættar allar feilir og tílíkt.
Og Pavlo... Eisini offline spøl eru betri á PC enn á console. Tað eru bert nøkur fá spøl, sum mann bert eigur at spæla á console.
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 4 - 09/09/2009 klokkan 05:20

tað er ikki bara Tekken sum man kann spæla á console, har eru 1000 rpg spøl (Playstation) sum bara kunna spælast á console.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 5 - 09/09/2009 klokkan 05:53

Men har eru 10000 rpg spøl, sum bert kunnu spælast á PC og sum eru betri. FF-fanboy -.-
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 6 - 09/09/2009 klokkan 08:19

hahahah OWNED
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 7 - 09/09/2009 klokkan 21:04

Faktisk... er tað longu blívin "fixed"
So tað er onki problem um man downloadar Batman, tí at har er eitt Glide fix.
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 8 - 09/09/2009 klokkan 23:29

2009-09-09 at 3:04 PM - Slinkey:
Faktisk... er tað longu blívin "fixed"
So tað er onki problem um man downloadar Batman, tí at har er eitt Glide fix.

Ah ja, tað mátti henda. Men hatta er ikki alt; hvussu við manglandi bardaga "moves", hasum eiturgassinum sum kemur fram, og onnur ting, sum finnast í pirat útgávuni?

Onkuntíð kann eg ikki lata verða at virða pirates...
Teir fara ígjøgnum so nógv stríð, bara fyri at sleppa undan at gjalda.
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 9 - 11/09/2009 klokkan 01:49

... far tú bara og keyp tað fyri nógvar pengar.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.