FIFA 08 kapping
21/02/2008 klokkan 14:58 - HForce


Í vikuskiftinum nú verður ein kapping í FIFA 08 til PlayStation 3. Kappinging verður hildin av EL-IN, og verður í KÍ Caféini. Heimasíðan hjá EL-IN segði:

"Leygardagin 23. februar kl. 11.00 byrjar føroyameistarskapi í FIFA 08 til Playstation 3 í KÍ Café'ini.

Vit hjá EL-IN hava í samstarvi við KÍ Café'ina skipa fyri einari stórari FIFA kapping. Um tú ert 13 ár ella eldri, kanst tú melda teg til við at ringja 77 45 08 ella 77 45 05. Kostnaðurin er 0,-, og tú hevur møguleika fyri at vera við í kappingini um ein 32" Samsung flatskýggja(sí mynd). Nr. 2 og Nr. 3 fáa eitt FIFA 08 spæl til playstation og ein kassa av sodavatn. Av tí at høli er avmakað er tað eisini avmarkað atgongd, tí ræður tað um at vera skjót/ur at ringja.

Samstundis sum kappingin fer fram, verður møguleiki at keypa filmar, spøl, consollir ella sjónvørp. Eisini verur møguleiki at keypa kaffi, sodavatn og bomm í kioskini hjá KÍ.

Vit gleða okkum at síggja teg.
"

FIFA 08 er ikki eitt spæl sum verður nógv spælt kompetitivt í Føroyum. Tað verður spennandi at síggja hvussu tað fer at ganga.

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 1 - 21/02/2008 klokkan 21:04

eg vil prøva >.<
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 2 - 21/02/2008 klokkan 23:32

me too :o ! eg eri ein lucker !
men timi ikki til klaksvikar
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 3 - 22/02/2008 klokkan 02:14

eg tími eiheldur til kloaksvíkar
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 4 - 22/02/2008 klokkan 12:26

ja, hevði tað verði í havn.
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 5 - 23/02/2008 klokkan 13:39

so hevði eg nokk klára at vunni alt
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 6 - 23/02/2008 klokkan 21:16

Veit nakar hvussu tað gekk?
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 7 - 24/02/2008 klokkan 04:12

ja onkur mortan í mørkere úr eiði vann

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.