Xbox 360 fær Home?
09/10/2009 klokkan 00:48 - Anayna


Dámar tær Home á PSN? Nei, tað geri eg heldur ikki. Sum heild eru fólk ikki heilt nøgd við Home, men kanska fer Microsoft at klára seg betur við einari tílíkari tænastu enn Sony.

Tað skal líka nevnast at hetta als ikki er vátta, og tí møguliga ongantíð verður til nakað. Myndirnar síggja tó nøkulunda veruligar út, so hvør veit?
Áðurnevndu myndir og ein spurnakanning, sum ikki var klár til almenningin, sluppu út á netið í gjár, og tað gekk ikki longi áðrenn fólk fingu eyga á tað. Alt bendur á, at Microsoft ætlar sær at gera eina virituella arcade høll, sum brúkarar kunnu nýta við teirra Xbox 360 Avatars.
Hetta líkist sera, sera nógv arcade høllini í Home hjá Sony, og spurnakanningin spyr fólk hvat navn teimum dámar best til hesa vælsignaðu høll. “RetroCade”, “Game Room”, “Classics LIVE”, “Tower of ROM”, eru nakrir av valmøguleikunum. Orðingin í kanningini er tó “Hvat av fylgjandi nøvnunum kundi fingið teg at keypt vøruna?”, so líkamikið hvat hetta fer at eita, so verður tað ikki ókeypis.

Og tað er so tað. Microsoft ger okkurt sum antin fer, ella ikki fer at henda. Hevði ein tílík tænasta verið nakað fyri teg, ella hevur Home dripið áhugan?

Kelda.

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 1 - 09/10/2009 klokkan 01:55

Home á PS3 er mítt yndlingsspæl :O, jks men tað er fun at finna glitches (eru NÓGVAR)
HForce

22/12/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 09/10/2009 klokkan 02:46

Eg haldi faktiskt at hetta virkar heilt cool.

Eg havi bara roynt Home eina ferð, og tað laggaði nakað so illa.
Sjurdur

26/09/2010

Stað: -
Innlegg: 170
# 3 - 09/10/2009 klokkan 19:14

hvat er hattar fyri ein "arcade høll" ? Havi aldrin prøva PS3 Home.
Hundir

23/10/2013

Stað: -
Innlegg: 31
# 4 - 09/10/2009 klokkan 19:31

HOME er ikki so gali tá man einafer er komin í gongd, har eru nógv mini games og annað
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 5 - 10/10/2009 klokkan 02:37

2009-10-09 at 1:14 PM - Sjurdur:
hvat er hattar fyri ein "arcade høll" ? Havi aldrin prøva PS3 Home.

Ein arcade høll er bara eitt stað við einari rúgvu av spæli-maskinum. Tú veitst, sovorðnar sum Pacman, racing spøl við stýrihjóli, setri og øllum, Dance Dance Revolution, og kanska nøkur fighting spøl, so sum Tekken ella Killer Instinct.
Tú finnur tílíkar í øllum nøkulunda stórum býum, tó at tær verða færri og færri.

Í Home er tað nøkulunda tað sama; tú fert til eina maskinu, og so kanst tú spæla eitt lítið flash líknandi spæl.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.