PhyreEngine frá Sony
23/02/2008 klokkan 01:51 - Sammi

Sony Computer Entertainment hava akkurát almannakunngjørt teirra nýggja gameengine til spælframleiðslu, PhyreEngine. Tvey stór features eru Cross platform support (í øllum førum PS3 og PC. Kanska eisini Xbox 360 og Wii) og OpenGL og Direct3D.

Tað ið kann tykast undarligt er at Sony hervi beinleiðis hjálpa konkurentunum hjá sær á konsole marknaðinum, við at gera tað lættari hjá spælframleiðarum at fáa PS3 spøl at rigga á øðrum platformum, men har er nokk eit djúpri meining við tí.

Tað er eingin loyna at spælframleiðarir hava í langa tíð flutt seg meira og meira ímóti tí breiða marknaðinum og cross platform support, fyri at selja meira eintøk av spølunum, og intil víðari hevur tað verið Playstation sum hevur tapt marknaðardeil, orsaka av Direct3D, sum ger tað lætt at porta PC spøl til Xbox og vice versa, ímeðan ports til og frá Playstation hava verið truplari at gera og oftani minnið væl lukkaðar.

Tað er hendan gongdi sum PhyreEngine skal bróta við at gera tað allarlættast at framleiðs spøl á eini vanligari PC, sum forritarir eru mest vanir við at brúka, og síðan lættliga porta frá PC til onnur systemir, harímillum serliga PS3, men eisini onnur.

kelda: http://www.ps3fanboy.com/2008/02/21/gdc08-phyreengine-sonys-new-free-cross-platform-engine/

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.