Zombie MMO
24/11/2009 klokkan 01:59 - Anayna


Tað er vísindaliga prógva, at alt verður betri um tað bara inniheldur zombies. Hetta er serliga galdandi fyri spøl.
Og eftirsum at vit tosa um tey livandi deyðu: ein ikki heilt ókendur maður arbeiðir eitt zombie MMO spæl.

Nakrantíð hoyrt navnið Jeff Strain? Kanska ikki, men líkindini eru fyri at tú hevur spælt nøkur av spølunum hann hevur arbeitt á. Guild Wars, StarCraft, Diablo og WarCraft III eru bert nøkur teirra, og so var hann høvuðs-programmørurin á World of WarCraft. Nú hevur hann gjørt sítt egna virki, Undead Labs, og nýggja prosjekti hjá honum er eitt MMO spæl til konsollar. Við zombies.
Í einum nýggjum interview’ið svarar hann nøkrum spurningum um nýggja spælið, og ert tú áhugaður kanst tú lesa tað her.

MMO spøl hava tó klára seg rættiliga illa á konsollum áður, men Strain heldur at hann veit hví.
“Tað er tí, at tað ikki hava verið nógvar seriøsar royndir at gera tey [Konsol MMO spøl], og tí at flestu fólkini sum gera konsol MMO spøl gera tað í samband við eitt MMO til teldu, og gera tað síðani um til konsol, ella royna eitt hybrid design sum eftir ætlan skal rigga líka væl til teldu og konsol.”

Strain nevnir síðani Halo sum eitt dømi á eitt slag av spæli, sum fólk hildu bert egnaði seg á teldu, men sum síðani riggaði fínt á konsolli; tað er bara ein spurningur um framleiðara.

Heldur tú at eitt MMO spæl kann rigga á konsollum? Og ert tú áhugað/ur í enn ónevnda spælinum, kanska bara tí at Strain leiðir arbeiði?
Og ert tú, sum eg, rættiliga troyttur av hesum løgna kærleikanum ímillum nørdar og zombies?

Kelda.

Viðmerkingar: 9
Síða [1]
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 1 - 24/11/2009 klokkan 04:17

zombies og vampyrar er tað nyggja ACE OF BASE.
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 24/11/2009 klokkan 04:59

Kundi hugsa mær eitt zombie MMO til teldu tbh
HForce

29/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4376
# 3 - 24/11/2009 klokkan 05:14

Áh nei, áh nei! Gief til PC plx!

Hatta ljóðar amazing. Eg skilji ikki hví tað ikki er gjørt fyrr. Zombie apocalypse er perfekta MMO scenario.

Og nei, eg eri als ikki troyttur av mínum kærleika til zombies.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 4 - 24/11/2009 klokkan 05:40

eg haldi at zombies eru eitt sindur mjølkaði... men eitt zombie MMO... tað er so í øllum førum nýtt...
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 5 - 24/11/2009 klokkan 07:29

Náh men ein PS3 stendur ovast á innkeypslistanum hjá mær nú. Gotta get me inn on this sweet konsol action that's going on.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 6 - 24/11/2009 klokkan 10:30

Awesome idea !
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 7 - 25/11/2009 klokkan 01:40

eg veit ikki hvi eg giti hetta verur lika sum City of Heroes, havi bara eina følilsu ikki tad at City of Heroes ik var gott
GRINDABOD!

04/01/2013

Stað: -
Innlegg: 104
# 8 - 25/11/2009 klokkan 17:19

So leingi tað er orduliga gjøgnumført, ikki bara eitt regulert shooter spæl annars... Lé Fuc
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 9 - 04/12/2009 klokkan 17:15

black monster balls

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.