Far Cry 2
23/02/2008 klokkan 04:29 - Vagnur


Í San Francisco er í løtuni eitt "game developer conference", og har hava teir (pressan) hitt ein "game developara" við navninun Peter Redding sum arbeiður fyri Ubisoft Montreal, og hann forkláraði eitt sindur um Far Cry 2.

Far Cry 2 hevur fingið inspiratión frá Joseph Conrads novel "Heart of Darkness" og filminum "Apocalypse Now".
Søgan í spælinum handlar um at, høvðuspersónurin ferðast til Afrika, har hann skal drepa ein vápn handlara við navninun "The Jackal".
Eitt hann nevndi um gameplay var, at so skjótt sum høvuðspersónurin kemur til Afrika, fær hann malaria. Medicinið fyri malaria fært tú bara frá civilum, sum síðani ger eina avhengiðheit millum spælaran og tey uttanfyri kríggið.
Høvðuspersónurin vil eisini sum spæli ferð, fáa eitt "rygti", alt anuppá hvat hann ger. Sum síðani eisini ávirkar hvussu "non-player" fólk, behandla hann.
Redding endaði samrøðuna við at siga "He [høvðuspersónurin] has to become a monster, because in the end, he can't do anything else."



Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Runi_j

22/07/2009

Stað: -
Innlegg: 53
# 1 - 25/02/2008 klokkan 21:57

Yes Vagnur

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.