"Skakandi" spøl banning
05/12/2009 klokkan 04:11 - Anayna


Týskland og Avstralia eru londini sum oftast verða nevnd, tá ið ein stjórn bannar okkurt serliga harðligt spæl. Brazilianska stjórnin tó eisini von at banna spøl, og um ein nýggj lóg har verður sett í gildi, so kunnu fólk fáa áralanga fongsulsrevsing fyri at keypa, selja ella gera spøl.

Brazilianski senatorurin Valdir Raupp hevur lagt eitt nýtt lógaruppskot fram fyri stjórnina í landinum, og tað er longu syndarligt í sær sjálvum, at stjórnin hevur góðtikið uppskotið, og nú fer at atkvøða um tað.
Ætlanin við lógini er at steðga “the manufacture, distribution, importation, distribution, trading and custody, storage, the video games that affect the customs, traditions of the people, their worship, creeds, religions and symbols.”
Ja, Google umsetingin er ikki heilt perfekt, men hatta er meira ella minni tað. Lógaruppskotið leggir serligan dent á hvussu spøl fara við kristindómi.
"About Christianity, it is seen in some games someone beat angels while listening to a choir Catholic. It is a common supergroup flapping by hell before the final battle, or even beat Jesus and his twelve apostles, although they have funny names."

Enn eina ferð; Google umsetingin fær tað heila at ljóða at eitt sindur løgið, men endin er hesin: um tú gert, selur ella innflytur “skakandi” spøl til landið, so kanst tú fáa eina fongsuls revsing á upp til 3 ár.

Hetta er sjálvandi syndarligt fyri brazilianskar gamers, men kann onkur siga hvat fyri spæl Raupp vísir á? Buka Jesus og fylgisveinar hansara ímeðan eitt katólskt kór syngur? Tað spæli vil eg royna!

Kelda.

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 1 - 05/12/2009 klokkan 06:39

Bayonetta drepur man einglar *shrug*
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 2 - 05/12/2009 klokkan 07:14

Devil May Cry eisini...
Siljavich

31/07/2015

Stað: -
Innlegg: 348
# 3 - 05/12/2009 klokkan 20:04

Latterligt!
GRINDABOD!

04/01/2013

Stað: -
Innlegg: 104
# 4 - 06/12/2009 klokkan 00:13

For ólukkan!!! Hetta verður banin á tilverðuni á brazilianskum developers og gamers.

Kenni ein dev úr Brazil... hann man skræða hárið av høvdinum..
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 5 - 06/12/2009 klokkan 15:38

Hatta er tað sum hendir um man fær yvir religiøsar politiskir leiðarar.
Vega

28/03/2014

Stað: -
Innlegg: 555
# 6 - 07/12/2009 klokkan 20:25

mastercock
p-war

29/01/2010

Stað: -
Innlegg: 55
# 7 - 10/12/2009 klokkan 02:14

bara hatta ikki gevur miðflokkinum ideðir

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.