Yakuza 3 kemur allíkavæl
11/12/2009 klokkan 00:06 - Anayna


Rithøvundurin av hesari grein boðar frá, at hann er vorðin ein trúgvandi maður. Bønir hansara eru nevniliga svaraðar nú.
Yakuza 3 kemur út her heima.

Yakuza røðin verður ofta nevnd tey japanska GTA spølini. Hetta er púrasta skeivt, men tað finst veruliga ikki nógv annað at samanbera røðina við her heima. Tó at hon eru sera væl dámd í Asia sum heild, er røðin enn ikki serliga kend í vesturheiminum, og tað er synd. Yakuza og Yakuza 2 komu bæði út her vesturi og fingu sera góð ummæli, og um tú ikki longu hevur gitt tað, so elskaði eg tey eisini sjálvur.
Sega hevur tíanbetur brotið lyfti sítt, um at triðja spæli ikki fer at koma út her, og nú vita vit at tað kemur til PS3 í mars, 2010.

Um nakar vil síggja okkurt fantastiskt gameplay, so kann tað síggjast her og har.
Sjálvur síggi eg onki beint nú, fyri berum gleðitárum. Um tit fáa eyga á onkran svakan fýr, sum rennur runt og kyssir tilvildarlig fólk úti á gøtuni, so er tað bara eg.

Kelda.

Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 1 - 11/12/2009 klokkan 00:23

Hetta er ikki 100% nýtt, men samstundis eru tað so góð tíðindi, at eg mátti skriva tað.
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 2 - 13/12/2009 klokkan 09:40

ya right... sum um tú ert fegnari um tað enn eg
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 13/12/2009 klokkan 21:37

You trying to start something, pardner?
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 4 - 19/12/2009 klokkan 06:40

naw you know me

bara eitt sindur skuffaður yvir at spælið ikki kom út til jól sum hini bæði
men síggi so at tað er sól og summar har ið Kazuma er staddur einastaðni í Yakuza 3 (kanska Okinawa?) so tað gevur kanska meining í síðsta enda

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.