Zelda: Reorchestrated
27/12/2009 klokkan 01:39 - Anayna


Ársins jóla-undur er her. Aftaná seks ár av arbeiði hevur ein bólkur av Zelda fjepparum endurskapt alt Ocarina of Time soundtrack’ið sum rættan orkestur tónleik.

Soundtrack’ið í The Legend of Zelda: Ocarina of Time er eitt tað besta nakrantíð í søguni hjá ikki bara telduspølum, men miðlum yvirhøvur; basta. Heldur tú ikki tað, ert tú ein IDIOTUR, tí tú ert ikki samdur við mær!
Har var tó ein trupulleiki við tónleikinum í spælinum: ljóðgóðskan. Í dag eru vit von við betri, forkelaðu skapningarnir sum vit eru, og tað er synd at nakað tílíkt skal halda so ómetaliga góðum tónleiki aftur. Onkur hjá Zreo Music má hava hugsa nøkulunda tað sama, tí tey byrjaðu eitt prosjekt, at endurgerða OoT sum orkestur tónleik.
Í heili seks ár hava tey arbeitt á hetta, og umsíðir er tað liðugt. Og um tað ikki er nóg ótrúligt í sær sjálvum, so kanst tú downloada allar 82 fantastisku sangirnar á heimasíðu teirra, púra ókeypis. Tey biðja enntá ikki um donatiónir.

Dámar tær tónleikin úr spælinum, so skyldar tú tær sjálvum at downloada “Zelda: Reorchestrated” savni, sum Zreo Music nevna tað. Allir sangirnir eru einastandandi góðir. Eg visti ikki at tað bar til, at fáa eina orgasmu við oyrunum, men nú veit eg betur.

Kelda.

Viðmerkingar: 13
Síða [1]
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 1 - 27/12/2009 klokkan 01:42

Good times. Nú verður Gaffer glaður.

"heimasíða teirra" linkið sigur "error establishing a database connection" hjá mær :/


Siðst broytt av rani-rj tann 27/12/2009 klokkan 01:43 (broytt 1x)
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 27/12/2009 klokkan 01:43

Ups. Tað ber ikki til at downloada frá heimasíðu teirra beint nú. Ov nógv royna at downloada samstundis ella okkurt tílíkt, vænti eg.

Eg fann tó fram til eitt torrent til tónleikin Zreo hava gjørt á pirate bay.
http://thepiratebay.org/torrent/5241636/Ocarina_of_Time__Complete_Collection_-_Zelda_Reorchestrated

Tit kunnu royna har um tit hava hug. Vóni at tit megna at downloada tað onkursvegna. Tað er veruliga ótrúligt.

EDIT: Aye, sorry, Rani. Hatta linkið her skuldi tó rigga.


Siðst broytt av Anayna tann 27/12/2009 klokkan 01:45 (broytt 1x)
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 3 - 27/12/2009 klokkan 01:55

wow 1000+ kb/sek download:O

Men ljóðar gott
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 4 - 27/12/2009 klokkan 02:54

tað er gamaní eitt gott soundtrack ið eg heilt víst fari at downloada men mær dámar altso betri Metroid tónleikin
Ishkur

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 1352
# 5 - 27/12/2009 klokkan 03:47

Downloadi akk nú! Annars, so biðja tey um donations niðast á síðuni
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 6 - 27/12/2009 klokkan 05:01

2009-12-26 at 9:47 PM - Ishkur:
Downloadi akk nú! Annars, so biðja tey um donations niðast á síðuni

...
Doh!

Anayna can't brain today. He has the dumb.
Og Metroid tónleikurin er eisini sera, sera góður. Havi júst spælt Metroid Prime. Good shit.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 7 - 27/12/2009 klokkan 11:04

Hoyrdi eini 2 sekund av Title Theme og skammaði meg yvir hvussu langt síðani tað er síðan eg spældi tað...
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 8 - 27/12/2009 klokkan 21:17

Ljóðar spennandi. Má mann fara at downloada.

EDIT: Hví sigur tu eg blívi glaður, Rani?


Siðst broytt av Gaffer tann 28/12/2009 klokkan 04:47 (broytt 1x)
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 9 - 27/12/2009 klokkan 22:17

Tey hava fleiri mirror's á síðuni.
Sleppur man so frá lorta torrent
Pavlo

11/12/2012

Stað: -
Innlegg: 697
# 10 - 28/12/2009 klokkan 11:41

tónleikurin gevur ikki sama følilsi, sum tá man hoyrur original soundtrack , tað var grundin til eg byrjaði uppá OoT aftur.
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 11 - 29/12/2009 klokkan 08:35

Grindaboð hvat sigur tú til hettar?
GRINDABOD!

04/01/2013

Stað: -
Innlegg: 104
# 12 - 29/12/2009 klokkan 08:39

Eg havi langt síðani downloada allir Gerudo Valley er tann besti imho :F Rokni við at eitt post hjá mær í síðstu viku ella okkurt sovorit leiddi til hettar wohoo XD
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 13 - 29/12/2009 klokkan 21:03

Kakariko Village er mnice.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.